Skip to main content

Jólini nærkast, bløðini fækkast


Sama dag sum eitt blað um Jólaborðhald varð borið í hvørt hús, bórust endaligu boðini um at Dimmalætting er ikki longur. 135 ára gamla Dimma gevur upp andan fyri einum vónleysum lýsingablaði í einum eins vónleysum Vikublaði, har handilssamrøður eru til vinstru og handilslýsingar til høgru, ella øvut. Tað eru einastu redaktionellu svingdyr á hesum blaði. Og ábyrgdarblaðstjórin var sjálvur frammi í fullum dagsljósi í farni viku við lítið dámliga hugtakinum horujournalistikkur. Gamaní skrivar hann ókeypis lýsingarblað við evarska smáum stavum á forsíðuni. Haldi, tað er ørkymlandi, at flestu fólk halda tíðindi vera best, tá tey eru ókeypis. Men tá keypstíðindini eru so lítið viðkomandi, at tey ikki fáa fólk at taka mappuna fram, so er okkurt galið. Okkurt, sum ikki er í samsvar ella eygnahædd við lesaran. Okkurt, sum er vilst úr tíðini. Júst hvat tað er, veit neyvan nakar. Men onkursvegna er ketan farin av journalistisku súkkluni í føroysku brekkuni. So púrasta. Ikki tí, Dimma hevur vunnið fremstu virðislønirnar, sum felagið Føroysku Miðlafólk hava latið tvey ár á rað. Dekningurin er hundrað prosent. Men hví er so langt til lesaran og lýsaran, at miðilin má geva upp andan, prent og svertu? Er tað kanska tí, at lesarin og lýsarin heldur vil hava jól og skart hvønn dag? Brúkarapopp, sminku og ballkjólar og einki annað? Hvar er lesarin farin, hann, sum fyrr læs allar avísirnar á tamp?



Omanfyri sæst blaðsíða 10 í skúlabókini Fjølmiðlar, sum sýnir føroysk bløð í hálva øld. Og skulu vit fara eftir ársfrágreiðingunum hjá Ríkisumboðnum, so leingi tær komu út í bók, og hví skulu vit ikki tað, so síggja vit, at upplagstølini vísa, at føroyingar eru mest avíslesandi fólk í heiminum. Nógv meir enn sviar, ið um sama mundi áttu heimsmetið, sambært Guinness Book of Records. Hvar eru øll bløðini farin og hvar eru lesaranir farnir? Ella var tað bara ein skrøggsøga? Í dag kunnu vit helst av røttum siga at útlendsku sjónvarpsmiðlarnir, BBC, SkyNews, CNN, DR og NRK, til yvirmáls fylla okkara forvitni at fylgja við gongdini í Sýra og úti í heimi. Men eingin av teimum bera føroysk tíðindi ella skrivar hugvekjandi tíðargreinar á heimligum botni. Tað gera bara vit sjálvi, journalistisku redaktiónirnar og teirra veitarar herheima. Gongdin við Dimmu er eitt greitt varskó, at tað er overkill at koma út fimm ferðir um vikuna. Tað verður ov soltið og inniheldur ov lítið at verða áhugavert hvønn dag hjá einum breiðum skara. Innihaldið ber ikki fimm útgávur. Men Fregnir royndu eisini hesa serligu leið, at koma út einaferð um vikuna, við einum proppfyltum blað, á tremur fyri ein og hvønn. Tað gekk fínt eina heilt stutta tíð, men so ikki meir. Mest vitjaða talgilda tíðindasíða, Portalurin, fór púra óvæntað á aðrar hendur fyri stuttum. Hóast tær hendurnar nú eru bundnar við fimm milliónum fyri átta stavir, Portal.fo, eru somu hendur leysar og fríar av øðrum tyngjandi miðlum. Her er bara talgilda síðan at røkja. Her er einki papírsblað at bíða eftir, einki útvarp og enn minni nakað lýsingablað at bera í hvørt hús. Tað er beint fram, versgó. Kanska er hetta ein serligur føroyskur og tíðarrættur leistur, sum ber seg. Í hvussu er hetta til jóla. Livst, so spyrst.