Skip to main content

Løgmaður loysir Kára P úr starvi


Í dag boðar løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, frá at hann hevur gjørt av at loysa Kára P. Højgaard úr embætinum sum landsstýrismaður í innlendismálum. Tí hava Høgni Mohr, journalistur, og Brian Samson, fotografur, sett landstýsimanninum stevnu í Vásbotni, sum sæst omanfyri. Samrøðan verður send í Degi og Viku í kvøld.


Kári P. Højgaard er føddur 21. juli 1951 á Strondum og umboðar Sjálvstýrisflokkin. Núverandi samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin varð skipað 14. november 2011. Heimasíðan hjá Landstýrinum upplysir, at foreldur eru Meinhardt og Jenny Højgaard f. Poulsen, hjúnafelagi er Simona, dóttir Borghild og Anisetus Eliasen í Fuglafirði, børnini eru Maibritt, Jan, Anni, Bogi, Bárður og Heidi. Upplýst verður at Kári hevur realprógv av Glyvrum 1967 og hevur arbeitt sum sjómaður 1967-1971, frá 1. august 1971 sum avgreiðslupostboð og yvirpostboð frá 1976. Hann varð valdur Býráðslimur í Runavíkar kommunu í 1988 og hevur verið varamaður á tingi frá 26. februar 2001-2002 fyri Sámal Petur í Grund meðan hann var landsstýrismaður. Kári hevur verið løgtingsmaður síðan 2002 og afturvaldur á ting 19. januar 2008. Í 2004 gjørdist hann formaður í Landsstýrismálanevndini, limur í Fíggjarnevndini og Útnorðurráðnum. Tíðarskeiðið 2002-2004 limur í Fíggjarnevndini, Mentanarnevndini og Útnorðurráðnum. Kári P. Højgaard býr á Leitisvegi 45 í Saltangará.


Kári P. Højgaard fer aftur í tingið og Jógvan Skorheim missir sostatt tingsessin. Fyribils fyrisitur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen innlendismál. Løgmaður sigur á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni: “Eg virði tað stóra arbeiðið, landsstýrismaðurin hevur gjørt til tess at útbyggja undirstøðukervið, soleiðis at okkara samfelag støðugt kann betrast og mennast. Eg má tó ásanna, at málið hevur skapt so mikið nógv órógv, at eg nú meti, at tað kann ávirka virkisføri hjá landsstýrinum. Tí havi eg tikið hesa avgerð.”

Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur til løgmann 26. september 2008. Sum løgmaður hevur Kaj Leo Holm Johannesen ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting. Løgmaður fyrisitur eisini uttanríkismál. Løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar.