Skip to main content

Tá fjórða samfelagsmaktin vaknar


Pressan er farin til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Tað prógvaði kjakið eftir Dag og Viku í kvøld, har Liljan Weihe, tíðindaleiðari, tosaði við løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, og andstøðutingmann Høgna Hoydal. Tugda og tannlaða tunnilsmálið var evnið í væl fyrireikaða kjakinum, hóast leiklutirnir, the setting and casting, vóru nakað stirvnir og sjálvsagdir. Tykjast kundi í drúgvum løtum, at løgmaður varð einsamallur móti tveimum persónum í hesari orrustu, sum minti nógv um tá danski Krasnik nektaði og huðfletti sekteristiska landsmannin, Hedegaard, fyri opnum skermi og skerfløtum landi. Tað var eins pínligt og henda løta í Degi og Viku. Ikki minst tá løgmaður slapp at kasta andstøðutingliminum fyri at hann í orðsins rætta týdningi vildi krossfesta landstýrismannin í innlendismálum. Hetta ólátaða orðalag frá løgmanni varð ikki afturvíst ella aftursvarað og legði tí støði undir einum einsíðugum orðadrátti, ið mest var at meta sum jánkaslig júkan og einki annað. Frá løgmanni, um løgmann og hjá løgmanni. Hetta var so pínligt, at eg kann ikki hugsa mær annað, enn at alt viðhald og øll samkensla fer beint til løgmann og bara hann. Tí soleiðis er menniskjan. Eins og Hedegaard varð løgmaður so tiltuskaður, verjuleysur og illa orðaður, at hann kom í tað ljós, har einki gerst enn at yppa øksl uttan armslongdir ella onnur prinsipp, tí her er eingin redningur, vit eru farin út um twilight zone, vit eru í mýrilendi, har eingin er komin livandi aftur. Eins og søgan um Baskerville, er hetta søgan um føroyska fólkaræði, ið er blivið eitt skrímsl í hólmanum. Gott at fjórða samfelagsmaktin er komin úr feriu og nú akslar síni skinn. Tað er í tøkum tíma. Tí fyrsta, onnur og triðja samfelagsmaktin hava ikki verið á varðhaldi í hesum máli. Gott, Liljan!