Skip to main content

Tjóðleikhús liðugt í 2019


Mentamálaráðið boðar í dag frá, at bygginevndin, sum skal gera byggiskrá og fyrireika byggingina av tjóðleikahúsi, er nú farin til verka. Nevndin, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett, hevði sín fyrsta fund í Mentamálaráðnum í dag. Sagt verður í tíðindaskrivinum, at føroyska yrkisleiklistin hevur vánaligar hølisumstøður, og eitt av høvuðsendamálinum við nýggja tjóðleikhúsinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt í 2019, er at gera umstøðurnar hjá yrkisleiklistini tíðarhóskandi. Mentamálaráðið upplýsir, at í ár eru játtaðar 5 mió. kr. á Løgtingsfíggjarlógini til endamálið. Harafturat eru settar av á langtíðaríløguætlanini: 3 mió. kr. í 2017, 13,5 mió. kr. í 2018 og 28,5 mió. kr. í 2019. Limirnir í bygginevndini eru: Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, sum er formaður, Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Árni Baldvinsson, ljóstøkningur og Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, sum er skrivari. Landsverk er ráðgevi, og umboð eru Mikael Viderø, deildarleiðari, og Birita Wardum, arkitektur. Á myndunum, sum Hanna D. Andreassen, Mentamálaráðið, tók, síggjast frá vinstru Birita Wardum, Mikael Viderø, Jóan Petur Hentze, Bjarni Wilhelm, Bjørn Kalsø, Jenny C. Petersen, Árni Baldvinsson og Alda Joensen.