Skip to main content

Úr Sýria til Føroyar


Læknin Haifaa Awad fer í tvey ár at arbeiða í Føroyum. Í seinastuni hevur hon skrivað dagbók í donsku avísini Information, har hon sigur frá um dagliga arbeiðið sum frívilligur lækni á einum lítlum sjúkrahúsi har norðuri i krígsrakta Sýria. Ein Suðurafrikanskur ngo felagsskapur, sum hon fyrr hevur arbeitt fyri sum tulkur í Libya, stendur fyri sjúkrahúsinum. Dagbókin er mest lisni tekstur í donsku avísini. 200.000 hava lisið, fleiri enn tíggjutúsund hava býtt frásagnirnar sínamillum á Facebook og nú kemur dagbókin sum ebók. Haifaa Awad, sum er ætta úr Sýria, hevur búð í Danmark síðani 1993. Fyrr í ár varð hon útbúgvin lækni við lærda háskúlan i Keypmannahavn. Mánadagin í farnu viku vitjaði hon í matstovuni hjá Information, har hon saman við sýriskum børnum greiddi frá ræðuleikunum á sjúkrahúsinum. Tiltakið kann hoyrast sum podcast og dagin eftir, týsdagin 27. august, skrivaði Anna von Sperling eina heilsíðugrein undir yvirskriftini De mange sår, der skal hele. Seinast í greinini verður avdúkað, at Haifaa nú kemur til Føroya í starvsvenjing sum nýútbúgvin lækni, turnus, í tvey ár. Myndina tók Tor Birk Trads.