Skip to main content

Bárður framvegis fremstur


Á føroyska bókabásinum í Frankfurt er Bárður Oskarsson framvegis fremstur, tá fólk steðga á, skifta orð og endaliga gera avtalur um útgávu í teirra londum.

- Higartil er Bárður týddur og seldur til seks lond, sigur Niels Jákup Thomsen á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið bøkurnar hjá Bárði út á føroyskum.

-Nýtt á hesari messuni er stórur áhugi úr Eysturevropa at geva Bárð út í teirra londum. Fyrispurningar hava eisini verið úr Bretlandi um Jógvan Isaksen, og frá Brasil er áhugi at geva út tónleikaævintýrið Veiða vind. Júst hetta er serliga áhugavert, tí Brasil er heiðursgestur á Bókamessuni í Frankfurt í ár, sigur Jenny Johnannessen, ið samskipar bókarættindaliga partin í FarLit átakinum. Á myndini omanfyri tosar hon við Will Evans, sum er forleggjari í Texas.

- Mikudagin høvdu vit móttøku fyri øllum okkara professionellu sambondum, altjóða og serliga norðurlendskum, har vit borðreiddu við føroyskum mati, laksi og brotbreyði, og drekka, vatni, øli og snapsi, sum tey vitjandi góvu allar besta skotsmál, sigur Birna Jacobsen, ið hevur samskipað tey praktisku viðurskiftini kring føroyska básin.