Skip to main content

Ein snaps og ikki kost og losji!

Mynd: Nordisk Film

Í Havn er ein søga um Adler Olsen (1915-1986), sum búði í Farodane. Ein dagin sær hann troyttar arbeiðsmenn í túninum og bjóðar teimum inn til ein snaps. Har ein snapsur er boðin, er ein annar væntandi, so teir verða sitandi longur enn verturin brýggjar seg um. - Eg bjóðaði tykkum inn til ein snaps, faninikki til kost og losji!

Henda stutta snarsøga úr Havn kom mær til hugs, tá eg longri niðri á sama vegi var í Havnar Bio og sá danska navnabróðurin, Jussi Adler-Olsen (f.1950) á stóra løriftinum, sum Hollywoodparturin av Farodane einaferð hevði øll rættindi til.

Kvinden i buret (Mikkel Nørgaard 2013) er aktuella søgan hjá danska Adler. Mikið undirhaldandi, men ikki egnað til biograf, tí her eru ongar stórar panoramamyndir, bara brævlagdar kamarsmyndir, ið eru perfektar til sjónvarp.

Leygardagin fleyg eg í sama flogfari sum danski Adler úr Frankfurt, har bókamessa hevði verið, til Keypmannahavnar. Hóast hann gekk um borð á flogfarið eins og øll onnur, hevði hann fleiri skrivarar við sær, tí hann er ovast á týska metsølulistanum. Sama er í øðrum londum, tí Norðurlendska krimisøgan stendur seg væl og er í støðugari menning, serliga í sjónvarpi við nýggja umfarinum av Broen. Ein filmisk fagurfrøði sum gongur nýggjar leiðir, hóast søgan er skorin eftir sama leisti sum Forbrydelsen, ið púra óskammað hevur stolið kriminaliseraða plottið beint úr einum sangi hjá Teiti:

Tí her hendir svarta onki
(Havnin er ein lítil bygd, 2007)

Millum meistarligar orðvevarar á lívgandi bókamessu fái eg tann tanka, at her eru eisini nógvir tíðarbindarar. Fólk, ið heima binda egna tíð yvir hvítum ørkum og so binda enn meira tíð, at fáa søguna givna út, og halda fram, um tað hepnast, og skriva enn ein part, tá enn betur gongst. Og so verða søgurnar týddar og fluttar í onnur mál og blíva tjykkri og tjykkri, ja heilt inn í Ævinleikafjørðin. Og best sum tú helt at søgan endaði, so støkkur hon uppaftur eftir sama frymli sum í Friday the 13th (1980-2009), har endasenan er ein hond úr dýpinum, har tú bara helt at tey deyðu vóru. Framhaldið er tryggjað.

Tí var tað ein gleði at hoyra at nú fær ein púra ókendur rithøvundur, Alice Munroe (f.1931), Nobelvirðisløn fyri at skriva stuttar søgur.

Skriva stutt. Bara ein snaps og ikki kost og losji. Tað er tað.

Mynd: Polfoto