Skip to main content

Ferðin móti deyðanum


Sosialurin, Vikuskiftið í dag: Størsta norðurlendska bókamessan, Bok & Bibliotek, hevur júst verið í Gøteborg. Vit hava biðið Birgir Kruse, sum var á messuni, viðmæla tríggjar norðurlendskar bøkur frá messuni:

Ilt er at velja bara tríggjar bøkur burturúr, men at ein djúpt persónligur bloggur hjá einum deyðasjúkum manni fyrst kann fáa fastatøkur á milliónum av lesarum, og síðani kann blíva til eina bók, sum eitt av stóru forløgunum í Svøríki vil geva út, er allan vegin hugtakandi. Talan er um Kristian Gidlund, sum spældi trummur í bólkinum Sugarplum Fary og doyði 29 ára gamal av krabbameini, 17. september í ár. Henda dag skrivaði hann á bloggin: “Vid vägens slut. Så föll ett långsamt regn genom trädgården. Och jag gick ut för att stilla en oövervinnerlig törst”. Nú er allur bloggurin komin út í bók við sama heitinum, sum bloggurin: “I kroppen min - resan mot livets slut och altings borjan.”


Ein onnur svensk bók er á forlagnum Bonnier, sum í skakandi stillføri setur spurnartekin við søguskriving og hvør sleppur til orðanna at skriva søgu í okkara tíð. Tað er pólsk-svenski lærarin í Täby, Julian Better, sum 75 ára gamal fyri fyrstu ferð sigur søguna um, hvussu hann var borin í heim í Butyrkafangaleguni í Moskva fyri jól í 1937, eftir at pápin varð myrdur av yvirgangsfelagsskapinum hjá Stalin, NKVD. Foreldrini vóru pólsk-jødiskir kommunistar, sum flýddu undan Hitler til Sovjettsamveldið í 1930’unum. Mamman og nýføddi sonurin, Julian Better, vórðu flutt burtur til landslutin Komi har norðuri við Uralfjøllini, men eitt ára gamal varð sonurin tikin frá mammuni og sendur á barnaheim, ella rættari fangalegu fyri børn, sum sagt verður frá um í søguni “Jag var barn i Gulag”. Ein ljótur kapittul í Russisku søguni, sum Martin Kaunitz frá Bonnier forlagnum legði fram.


Triðja bókin, eg vil nevna, er ein norðurlendsk verkætlan í Grønlandi, har 10 ungfólk í aldrinum 15-25 ár siga teirra søgu um at vera ung har í landinum beint nú. Her eru søgur, ið beint fram siga frá um at vaksa upp í vána sosialum korum, at koma gjøgnum dagin við at skera í seg sjálvan og um at vera drigin at einum av sama kyni. Ungu høvundarnir eru vinnarar í eini stuttsøgukapping, sum NAPA og forlagið Milik hjá Lene Therkildsen (myndin) skipaðu fyri. Heitið á savninum er “Inuusuttut - nunatsinni nunarsuarmilu / Ung i Grønland - ung i verden”.

Í smátingsdeildini var eitt hefti, sum triðja kona Carl Bildts, italska sangarinnan og evropaparlamentslimurin, Anna Maria Corazza Bildt, gav út undir heitinum “Jag gör skillnad”. Jú, enn ger skrivaða orðið mun. Eisini á heimsins størstu norðurlendsku bókamessu."