31.10.13

Filmur í Lübeck


Mikudagin byrjaði fimmtifimta filmstevnan í Norðurtyska Hansabýnum Lübeck. Til og við sunnudagin 3. november verða tilsamans 163 filmar sýndir. Filmarnir, sum er av øllum sløgum og longdum, eru úr Norðurlondum, Baltalondum og úr Schleswig-Holstein/Hamburg. Sama kvøld fekk danski Thomas Vinterberg (f.1969) virðisløn í Oslo fyri ársins besta norðurlendska film, Jagten. Eg hitti hann og dóttrina í fjør, har hann saman við familjuni vísti hugtakandi filmin. Tey eru avmyndaði á tokstøðini í Lübeck.


Men enn er langt, til vit koma so langt. Væl hvildur, fær Sakaris sær morgunkaffi og dagsins fyrstu sigarett í havanum hjá Elisabeth, systur mínari, í Brønshøj.

Sakaris hevur tendrað telduna, sum hevur søguligu gittaráskriftina hjá Woody Guthrie (1912-1967) This machine kills fascists. Leygardagin skal hann vísa filmin Summarnátt í Lübeck.


So gongur leiðin inn á Høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn, har vit fyrst taka danska DSB tokið til Rødby, týsku ferjuna Detschland um Femernsundið til Puttgarten, og so at enda týska Deutsche Bahn tokið til Lübeck. Eftir ódnina, sum var í Danmark mánadagin, eru allar tokferðir enn rættuliga improviseraðar og verða koyrdar við erstatningsmateriel, sum konduktørurin segði. Út á mikudagin eru vit frammi.


Sum leikstjóri er Sakaris serliga innboðin gestur og verður heintaður í svørtum VIP Mercedesbili á tokstøðini. Øll starvsfólkini, eisini teir mongu professionellu bilførararnir, eru løntir meðan filmstevnan er.


Innan vit skriva okkum inn á hotellið, fara vit framvið CineStar-biografinum í miðbýnum at heinta atgongumerki til allar filmsýningarnar og tey mongu tiltøk, sum her eru. Tað er her at føroyska Summarnáttin verður sýnd leygarmorgunin.


Við hotellið er kendasti parturin av býargrindini, Das Holstentor, sum ber latínsku áskriftina Concordia domi foris pax, tað er Semja heima, Friður úti.


Hesin partur av søguligu býargrindini er eyðkennið fyri Lübeck. Umframt at nógv fólk gonga gjøgnum grindina, hevur ein ungur maður sett súkkluna upp mótu vegginum og er farin at blása sápubløðrur í setandi sólini.



Klokkan sjey verða vit heintaðir, hesuferð í einum enn nýggjari Mercedes coupé, og koyrdir til biografin, har vit fáa eitt glas av djúsi í hondina, meðan fólk koma úr øllum ættum at hoyra Steen Bille frá Danska Filmstovninum seta stevnuna.


Meðan filmslið frá týska NDR sjónvarpinum, sum bæði stuðlar stevnuni og letur størstu virðislønina, ganga millum fólk, hitti eg donsku Lissy Bellaiche og franska mannin. Hon starvaðist á Danska Filmstovninum í áttatiárunum, tá Filmsfelagið var uppá tað besta. Saman við Monu Jensen var hon okkara besta samband og umboð úti í heimi, so vit altíð fingu fatar á nýggjastu og bestu filmum at vísa í Føroyum. Í dag starvast Lissy sum festivalkonsulentur hjá Trust Nordisk, sum er partur av Nordisk Film.


Ein annar av gomlu vinunum frá teim góðu filmsdøgunum í áttatiárunum, er íslendski Friðrik Þór Friðriksson (f.1954), sum í dag er kendasti leikstjóri og framleiðari har í landinum. Saman við soninum, Friðrik Steinn Friðriksson, er hann komin higar úr Japan og skal vísa upplatingarfilmin Hross í oss.


Tað er sjónleikarin Benedikt Erlingsson (f.1969), sum á fyrsta sinni hevur leikstjórnað. Friðrik hevur framleitt Hross í oss og leikarar eru Charlotte Bøving, sum er kona Benedikts, og Ingvar E. Sigurðsson. Niðanfyri siggjast Friðrik og Benedikt í biografdurinum.


Eftir sýningina er móttøka í risastóru Dómkirkjuni, Lübecker Dom. Partar av kirkjuni stava frá 1173, men aðrir partar vórðu lagdir í oyði undir øðrum verðaldarbardaga í 1942. Núverandi kirkja varð liðug i 1982 og verður í dag brúkt til mangt annað enn bara kirkjugogngd, eitt nú barnagarð og móttøkur í eina rúminum, sum er burtur frá heilaga rúminum. Tað er Sakaris til vinstru.


Meðan ljósið skiftir í øllum litum, verður borðreitt við týskum víni, fiski og kjøti, sum gestir á filmstevnuni fáa sær á borðiskin afturvið einum góðum práti um nýggjan film og møguleikarnar í norðurlendska samstarvinum.





Millum stevnugestirnar er Hugin Eide, sum umframt at reka bókaforlagið Torgard, ið gevur út føroyskar bøkur í danskari týðing, er giftur Katrini Ottarsdóttir (f.1957), sum saman við dóttrini Hildigunn Eyðfinnsdóttir, setir upp samansettu stuttfilmarnar Lejlighedsminder í Lübeck. Talan er um eina filminstalasjón við fimm stuttfilmum, ið eru fimm til átta minuttir til longdar, og verða sýndir í senn í eini eftirgjørdari íbúð í Defacto Art Forum.


Vit heilsa uppá Sandru Jung, sum arbeiðir fyri filmstevnuna her í Lübeck og so eisini í Edinburgh. Hon veit at svara øllum, vit kunnu finna uppá at spyrja um, tað verði seg um film yvirhøvur ella týska søgu.


Føroyavinur er eitt orð, sum stundum verður tikið fram við tílíkt høvið. Hóast heitið í flestu førum er rættuliga ivasamt, fyri ikki at siga forlorið, er tað i hvussu er galdandi fyri týsku Sandru, omanfyri, og íslendska Friðrik, niðanfyri. Síðani vit fyrstu ferð møttust í Lübeck fyri 24 árum síðani, hevur hann tosað um at gera ein føroyskan film.


Seinasta myndin er av listarliga leiðaranum á filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich, sum í fjør vitjaði í Mentamálaráðnum og var innboðin limur í dómsnevndini, sum lat fyrstu Geyta virðislønina í Norðurlandahúsinum. Innbodni dómsnevndarlimurin í ár er amerikanska Meira Blaustein, sum stendur fyri Woodstock Film Festival. Hon kemur til Føroya, tá Geytin verður latin 11. desember, og fer at greiða frá um altjóða marknaðarføring av filmi úr smáum londum. Men ímeðan sæst týska Linde Frölich, sum hjálpt okkum so væl í fjør, niðanfyri.