Skip to main content

Hvussu fáa vit bøkur kendar úti í Heimi?


Í fyrrárið var Ísland heiðursgestur á bókamessuni í Frankfurt. 25 ára gamla Elisabeth Böker, sum hevur lisið bókmentir við lærda Johannes Gutenberg Háskúlan í Mainz, valdi at skriva um íslandska átakið, Sagenhaftes Island, í endaligu magistarauppgávuni.

Heitið á uppgávuni er Sagenhaftes Island. Erfolgsfaktoren des isländisches Ehrengastauftritts auf der Frankfurter Buchmesse 2013.

- Í uppgávuni setti eg mær fyri at lýsa, hví og hussu íslendska átakið var so væleydnað, og eg vildi close an academic void, fylla út eitt akademiskt tómrúm, ið eingin visti nakað um, sum mínir professarar skrivaðu, tá eg fekk endaliga prógvið, sigur Elisabeth. Í uppgávuni hevði hon samrøður við 17 fólk í Íslandi, teirra millum verkætlanarleiðarar og bókaforleggjarar, og hon spurdi 15 týsk bókaforløg og fimm týðarar um teirra fatan av átakinum.

- Eg gjørdi eisini eina marknaðarkanning, at finna fram til, hvat týska pressan, bæði hin almenna og hin bókafakliga, hildu um íslendska átakið á bókamessuni. Tað var greitt, at íslendski heiðursgesturin dugdi væl at føra seg fram á bókmessuni í 2013, og at átakið varð so framúr væleydnað, mest ti at Norðurlond og serliga Ísland, eru vælumtókt lond og ferðamál hjá týskarum. Hetta var eitt gott støði at byggja á. Týsk bókaforløg og lesarar dáma yvirhøvur væl Norðurlendskar bókmentir. Mest avgerandi var, at íslendingar sjálvir varpaðu ljós á bókmentirnar og blandaðu tær ikki við onnur mentanarlig øki. Nærum hvør einasti journalistur var fegin um júst hetta, at bókmentirnar sjálvar vóru í fokus og tað ógvuliga livandi. Á bókamessuni fekst tú eina veruliga fatan av, hvussu livandi bókmentir eru í Íslandi. At Ísland kundi leggja fram 230 ymsar bøkur, antin umsettar ella knýttar at Íslandi og íslendskum viðurskiftum, á týskum máli, var besta úrslitið av átakinum Sagenhaftes Island. Thomas Böhm var ein serliga góður umboðsmaður, agentur, tí hann kennir so væl týska marknaðin. Men undir øllum umstøðum skalt tú hava eina rættindadeild, serkøn í rættindum, ið gera tað eyka arbeiði, sum krevst í bókaútgávu á øðrum málum og fremmandum marknaðum. Men enn meira neyðugt er at hava munadyggar stuðulsskipanir. Íslandi eydnaðist at økja munandi um bókasøluna á týska marknaðinum og øðrum bókamarknaðum við, sigur ein vælnøgd Elisabeth Böker á føroyska básinum í Frankfurt.

Bókamessan í Frankfurt er heimsins størsta og verður hildin hvørt ár. Í ár er Brasil heiðursgestur og næsta ár er tað enn eitt Norðurland, Finnland, ið fær bókmentanarliga heiðurin. Høvuðsuppgávan hjá Elisbeth Böker er hin einasta kanningin av øllum teim viðurskiftum, ið gera seg galdandi, tá heiðursgestir verða valdir á bókamessuni. - Hetta er bíblian, søgdu íslendsku umboðsfólkini, ið vitjaðu á føroyska básinum.