Skip to main content

Limabræv frá Steinbrá


- Vit kunnu fegnast um, at STEINPRENT er vorðin tann týdningarmikli mentanarstovnur, vit sóu fyri okkum, tá ið farið varð undir virksemið fyri fjúrtan árum síðan. Verkstaðurin hevur verið mennandi fyri føroyska myndlist, men av ikki minni týdningi er, at higar koma listafólk úr øllum ættum at arbeiða stytri ella longri tíðarskeið. STEINPRENT ger sítt til, at Føroyar fáa ein leiklut í eini mennandi altjóðagerð á høgum listarligum stigi. Takkað verði dugnaligu fyristøðufólkunum, Jan Andersson og Fríðu Brekku, er verkstaðurin vorðin gitin víða um, serstakliga í Norðurlondum.


Ein grundstuðul, ið STEINPRENT ikki kann vera fyri uttan, er felagsskapurin STEINBRÁ, sum við stuðli sínum gevur eitt gott íkast, soleiðis at verkstaðurin kann húsast í tí sera góða umhvørvinum hjá Østrøm á Skálatrøð. STEINBRÁ hevur nú stívliga 150 limir. Vit takka fyri stuðul tygara, men loyva okkum at minna á, at onkur hevur enn ikki goldið árliga limagjaldið – 500 kr. Sum kunnugt fáa limirnir, afturat árliga gávuprentinum, avsláttur á 500 kr av einum prenti, ið keypt verður í Steinprentið. Nýggir limir eru vælkomnir. Konta í Norðoya sparikassa: 9865 – 1042496. Ársaðalfundurin verður 26. novembur kl. 16.00 í Steinprenti.
Bárður Jákupsson, skr.