Skip to main content

Norðljómur bjóðar filmsundirvísing

Mynd: Per á Hædd/Nám

Í felag hava Sunda og Eiðis kommuna í nógv ár rikið tónlistaskúlan Norðljóm, har lært verður at nýta oyrað. - Nú kunna vit eisini bjóða nakað til eygað, sigur skúlaleiðarin, Oddur Hentze, í tíðindaskrivi í dag.

Eiðis og Sunda kommuna, Felagsskúlin á Oyrarbakka, kvøldskúlanir og Norðljómur, eru gingin saman og fyri fyrstu ferð kann Norðljómur bjóða filmsundirvísing í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Undirvísarar eru Sakaris Stórá, filmsleikstjóri, og Birgir Kruse, ritstjóri í Námi og filmskennari.

- Einasta krav er áhugi í filmi, sigur skúlaleiðarin Oddur Hentze.

Byrjað verður 6. november í ár og heldur á til hálvan marts 2014. Filmsundirvísingin verður í Felagsskúlanum á Oyrarbakka hvønn mikudag kl 15-17 og tilmelding er á heimasíðuni hjá Norðljómi áðrenn 26 oktober.

- Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá skúlanæmingum, starvsfólki í ansingarstovnum, lærarum og øllum, sum vilja festa tær ógloymandi og minnuligu løturnar, sum ikki koma aftur, við livandi myndum, tað kann ikki gerast betur, sigur Oddur. - Tað at læra um og at gera film, er hent amboð t.d. hjá Miðnámsskúlanum, barnagarðinum,skúlanum, fyritøkum og felagsskapum, sum vilja fáa sín boðskap út í heim, sigur skúlaleiðarin og nevnir at undirvísingin verður m.a um litir, effektir, søgur og hvussu vit kunna gera upptøkur enn betur og sjónligari. Vit síggjast og hoyrst, sigur Oddur Hentze at enda í tíðindaskrivinum frá Norðljómi.