Skip to main content

Nýggju Føroyar og gamla Danmark


Í danska sjónvarpinum var í kvøld ein lítið stuttlig sending um tær 2000 kvinnurnar, sum vit mangla í Føroyum. Herman Oskarsson og ein greiður lærari úr Klaksvík við filipinskari konu vóru við og staðfestu eyðsýnda trupulleikan, sum ongin ger nakað við, men annars vórðu mest sum allir skipanarligir føroyskir trupulleikar, serliga urbaniseringin í Dímun, viðgjørdir við donskum vinklum, á donskum máli, fyri ein danskan miðil, sum arbeiðir fyri danska fólkið. Og tað er í fínasta lagi við sendingum til innvortis brúk í øðrum londum. Vit í Føroyum eru tó bara so sjúkliga upptikin av, hvat somu donsku fólkasamfund í norður EU halda um okkum. Henda gamla atferð hevur altíð gingið í ring. Tað er nú ikki so løgið. Tað eru bara tvey lond í allari verðini, sum danska journalistiska ferðafólkið kann fáa ein all-inclusive ferðaseðil til og har praktisera teirra hundrað ferðir størra móðurmál. Hesi tilhundsaðu smálondini eru Føroyar og Grønland. Í seinna landinum sigst at yvirharradømið hevur loyst málið við hidkaldte. Her hjá okkum ruddar Kringvarpið skránna, so vit øll kunnu liggja skerfløt og fylgja við, hvussu hundraðlandið, Danmark, velur at plasera okkum í horisontinum. Vit hava jú ongan møguleika at gera sama forteljarakneb hinvegin. Til dømis at finna spilllivandi statistar til Hosekræmmeren ella Fiskerne og lata tey umboða dagsins Danmark í public service varpi og í álvara svara okkum, hvat urbanisering er fyri nakað og hví Útjaðaradanmark verður avfólkað. Sum útbúgvin lærari í donskum eri eg farin at halla til tað sannkenning, at vit eiga at venja okkum av við at lurta eftir donskum, at venja okkum av við at tosa danskt, at taka danskt úr skúlunum, at venja okkum av við at hyggja í danskar miðlar og - sum natúrliga krúnan á verkið - venja okkum av við at spegla okkum sjálvum í donskum miðlum. Tað eru eingi onnur enn vit sjálvi, og serliga Kringvarpið, sum í og úr donskum fjølmiðlum framelska tað mest primitiva sýnið av einum komandi Føroyum. Okkara egnu Føroyum. Sagt hevur verið, at framtíðin kemur ikki av sær sjálvari. Stendur tað til føroyskt stuðlaðu donsku miðlarnar, so kemur hon slettis ikki til Føroya, framtíðin. Jú, kanska kemur eitt slag av framtíð úr Filipsoyggjum. Men Teiland og Stórabretland eru enn fremri á føroysku kvinnusíðuni. Ímeðan kunnu vit, sum tíma at gleðast við landið og okkara vónleysu politikarar, njóta báðar myndirnar, sum eru frá Hagstovuni og verða við í nýggja heimliga heimsatlasinum hjá Námi. Spyrst, so livst.