21.10.13

Sakaris í Lübeck


Í norðurtýska Hansabýnum, Lübeck, hevur norðurlendsk filmstevna verið síðani 1956. Stevnan, sum verður hildan á 55. sinni í døgunum 30. oktober - 3. november 2013, er hin einasta, ið hvørt ár savnar nýggjan norðurlendskan film og filmar úr Baltalondum á einum stað. Í ár eru ikki færri enn 160 filmar úr hesum londum settir á skrá. Sakaris, omanfyri, eigur ein teirra.


Filmurin, ið setir stevnuna, er hin íslendski Hross í oss, sum á enskum hevur heitið Of Horses and Men, og er íslendska uppskotið at fáa Oscarvirðisløn. - Hetta er ein filmur um rossið í menniskjum og menniskjað í rossinum, sigur leikarin Benedikt Erlingsson, og nevnir filmarnar Magnolia (1999) og Shortcuts (1993). Hetta er fyrsti filmur, ið hann leikstjórnar. Umframt ross, eru Maria Ellingsen og Kristbjørg Kjeld millum leikararnar, og framleiðari er hin víðagitni Friðrik Þór Friðriksson, sum hevur vitjað í Føroyum og víst film her.

Sakaris Stórá, sum við stuttfilminum Passasjeren vann heiðursløn á áltjóða filmsfestivali í Reykjavík í 2010, er á Lübeckerskránni við filminum Summarnátt, sum verður sýndur í høll 1 í biografinum Cinestar leygardagin 2. november. Filmurin er við í skránni  Children´s and Youth Films Kurzfilme 12+, ið sum heitið sigur, lýsir norðurlendskan ungdóm á filmi í dag. Umframt føroyska Summarnátt, sum varir 17 minuttir, vera hesir norðurlendsku filmar sýndir í somu skrá: Första gången (Anders Hazelius Svøríki 2013, 9 min), Huulilla, On Your Lips (Joonas Rutanen, Finnland 2013, 9 min), Fucking Tøs (Kira Richards Hansen, Danmark 2012, 13 min), Belinda Beautiful (Marianne Blicher, Danmark 2012, 24 min) og Weekendfar (Johan Stahl Winthereik, Danmark 2013, 27 min). Í Lübeck møtast flestu fólk, ið fást við film í Norðurlondum. Niðanfyri er Sakris avmyndaður saman við lærararum Kathrine Haugen (f.1970). - Besti næmingur, eg havi havt, segði hon, sum er útbúgvin handritahøvundur frá Filmskúlanum í Lillehammer, beint fyri at hon í fjør skuldi vísa egna ungdómsfilmin Skvis í CineStar.


Og her er Sakaris avmyndaður í fjør saman við Lindu Fröhlich, sum er listarligur leiðari av filmsstevnuni í Lübeck.


Býurin Lübeck er lítil og hugnaligur, týðuliga merktur av nostalgi, men eisini kulturradikalismus. Filmstevnan hevur góða lokala undirtøku og týskarar tykjast leggja sær ein part av summarferiuni til júst hesar dagar, stevnan varar. Linde Fröhlich, niðanfyri, vitjaði í Føroyum í fjør, ti hon var innboðin altjóða dómsnevndarlimur, tá Geytaheiðurslønin varð latin á fyrsta sinni.


Eftir somu fortreytum er amerikanska Meira Blaustein, niðanfyri, boðin við í Geytadómsnevndina í ár. Hon stjórnar árligu filmstevnuni The Woodstock International Film Festival í navnframa økinum, har Woodstock festivalurin var í 1969.