Skip to main content

Spískamarið er fantastiskt!


- Hetta er ungdómurin í Skúgvoy, siga tey trý á bakkanum, sum í miðal munnu vera um tey trýss ella meir. Turt konstaterandi. Soleiðis er tað, og longri er tann søgan ikki. Henda turra sannkenning var eitt av eyðkennunum við fyrstu sendingini, Spískamarinum, sum í hesum fyrsta umfari er tikin í Skúgvoy, har høvuðspersónurin, Gutti Winther, fer í bjørgini eftir havhestaeggum og eisini fær líra (Puffinus puffinus) og urtir frá bygdafólkinum, fyrr í summar. Hann kavar niður í gerandisdagin í kulørtu bygdini, har traktorar koyra og veggir eru bláir og gulir, eins og turriklæði. Kamera er á høvdinum, so vit kunnu fylgja við, tá hann hongur í bláum lofti og trýhundrað metrar eru undir honum. Eitt skakandi ævintýr úr okkara egna veruleika. Júst hesin karmur, úr okkara egna veruleika, er kjarnin í einføldu søguni, sum eins og danska Bonderøven og líknandi sendingar úr øllum heimsins londum, leita aftur til náttúruna við teim grundleggjandi ørindum at fáa mat á borðið, beint úr túninum. Sum sagt verður um sendingina: "Tað er matur, fólk og náttúra - tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið!" Úrslitið er smittandi sjónvarp, sum eg segði í ummæli av fyrsta umfari av matsendingunum í fjør. Teir báðir, Pætur Marjunarson Dahl og Gutti Winther, siga, at heimasíðan hjá Spískamarinum fer nú at hýsa øllum sendingunum úr aðru røð, umframt eina rúgvu av eykatilfari. Eitt nú longri útgávur av samrøðum, stillmyndir, uppskriftir, frágreiðingar og lýsingar av støðunum, ið teir hava vitjað og sjálvandi eisini nakrir ”blopparir”. Og so vil eg enn einaferð tríva í mest brúkta orðið í allari sendingini: Fantastiskt! Spískamarið er veruliga fantastisk føroysk sjónvarpsframleiðsla. Til lukku við enn einum umfari!