Skip to main content

Tankar á heimsins vagli: Facebook er ein opin heilabløðing


Mangt hevur verið sagt og skrivað um Facebook. Ikki minst av teimum, sum siga seg ikki brúka Facebook. Eins og tá aðrir nýggir miðlar komu fram, teknirøðir, video, internet, so vita tey, ið halda seg sita á maktini, altíð best. Soleiðis hevur altíð verið og maktblandaða nepotisman tryggjar, at soleiðis fer altíð at verða.

Men nýggj tøkni fer altíð at prika og skaka maktina, hana, sum hevur ósvitaliga myndugleikan at lýsa alt nýtt í bann. Og henda bannlýsing er ikki eitt forniskt fyribrigdi, sum vit kunnu skemta okkum við í devilskum bóndamálningum hjá Bruegel (1525-1569).

Nei, tað eru tey, ið sosiologurin Stanley Cohen (1942-2013) hevur eyðmerkt og kallar the folk devils, sum miðlarnir øsa seg upp um, so vit fáa eina pseudostøðu av miðlaræðslu, ið breiður seg út í almenna rúmið og gerst ein almenn moralsk ræðsla, sum kann taka okkum øll av fótum.

Tí alt nýtt er forkastiligt og oyðileggur tað gamla. Sløkk telduna, far frá skerminum, tí hann er bara eitt skálkaskjól, siga nýggjastu profetarnir í oyðimørkini. Og so eru tað tey allar stuttligastu, sum undir sólini ikki vilja taka navnið á nýggja devlinum í sín munn og heldur tosa um sosialu miðlarnar. Men - hondina á skíggjan - hvussu nógvar aðrar sosialar miðlar enn Facebook kennir tú og brúkar?

Í eini leitan eftir samleika tosa uppælingarprofetar um at spæla the role of the other. Einki er so gott til hetta sum Facebook. Og samstundis so avdúkandi, meðan øll hyggja, tí tey sita øll á heimsins vagli. Summi heimleys, sum órakaðu bumsarnir í Steinatúni, og onnur sjálvfrelst av nýggjum hvønn Guðsskapta og sápuvaskaða dag, antin tú ert politikari ella prædikari. Ella bara lærari, ið eisini vil tykta í almenna rúminum.

Tá so samfelagsbevarandi borgarligheitin allíkavæl hevur befalla seg í hendurnar á Facebook, so flytur korreksandi pennurin við úr gomlu verðini. Teir reyðu lærarapennar, sum støðugt hava til fragd at siga, at vit duga so illa at skriva, nú vit, undir protest, eru flutt inn higar, og mugu, enn undir protest, hava fleiri teigar at rætta uppá skrantandi málið. Føroysk rættstaving, Leyst og fast um føriskt og Foreiningina til bevarilsi av tí gamla havnasproginum.

Sosialu agentarnir eru nógvir á Facebook. Oftast eru teir relikt úr gamla heiminum, skúlastovuni í bygdini K, sum ilskast inn á, at so mong eru, ið ikki duga bendingarmynstur, stavingarlag og orðatilfeingi.

Ivaleyst er tað so, men fyri fyrstu ferð havi eg sæð vaksin fólk, sum áratíggju eftir lokna skúlagongd fyri almenna rokning, í beint fram ljóðskrift ikki smæðast at leggja alt á blik fyri almanna eygum mitt á lívsins vagli, Facebook.

Hjá teimum er tann eydnustund komin, at fyri fyrstu ferð kunnu tey skriva við tí endamáli, sum fyrndarskriftin varð ætla - at samskifta við - uttan at ein reyður lærarapennur skal spræna um alla síðuna. Akkurát sum tænastusettu tollararnir, ið standa nipnir og einki kunnu gera við tøknina, ið nú tekur seg um landamørk sum óstraffaðir seyðatjóvar við tónleiki, filmi og spølum til download uttan toll í kassan. Tað er greitt at frustratiónirnar breiða seg, nú heimsins vagl, Facebook, letur seg upp fyri alt fleiri, ið bara vilja samskifta.

Men hov, samskiftið kann eisini vera ólukkuliga einvegis. At vera fluga á vegginum er ikki altíð so lukkuligt, sum sagt verður. Tað er ein einsom tilvera.

Ongastaðni eru so nógvar selfies og so nógvir narsissistar, sum á Facebook. Workout konufólk, sum eru farin um miðjan aldur, men ikki fýra fyri at sjálvmynda bikinireyvina og leggja hana fram í støðugt nýggjum vinklum. Og so tey samkyndu, sum eru so framúr at brúka Facebook, at eg veri avvápnaður í berum skelliláturi. Einki er sum at gera seg sjálvan til láturs. Tað krevur sín mann, av báðum kynum. Og kanska er júst hetta komprimeraða ímyndin av Facebook. At seta seg sjálvan fram við erligum inkluderandi speisemi, hvør skal siga, hetta kundi tú eisini gjørt. Kom uppí kórið á heimsins vagli og syng við á Facebook.

Men kórið er marglitt.

Eitt er, at fyri fyrstu ferð hava vit eina talvu til allan heimin, har vit kunnu hanga tey gullmerki á, sum vit vinna í fótbólti, renning, rógving, súkkling, svimjing og til hundasýningar. Og ikki at gloyma tá børn okkara fáa prógv og øll gleðast. Uttan tey, sum ikki eru í somu støðu. Tey ný-forfjónaðu, í besta føri de måske egnede, tey, ið sita ytst og einki hava at reypa av uttan tað, sum tey í villfárilsi sjálvi finna uppá, tá tey av berari ómegd leggja høvdið á blokkin og lata alt renna út á Facebook.

Onkur skal hava skyldina. Foreldur, politikarar, lærarar, arbeiðsgevarar. Tilveran krevur skilvísi, hvussu óskipað hon so er. Hvør hevði skyldina, at eg bleiv, sum eg bleiv? Var tað tí at eg varð miskbrúkt sum barn? Og hokus pokus hava vit ein sjálvebstaltaðan skarprættara sjálvhjálparbólk, Steðga pedofili í Føroyum, sum hevur so góða undirtøku at stillar hann upp, so kemur hann lokkandi lætt inn á Ting.

Tí tá saman um kemur er Facebook einki annað enn ein opin heilabløðing. Mitt á heimsins vagli. Hvønn Guðsskapta dag. Hvussu brúkar tú Facebook?