15.11.13

14 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina


Á middegi í dag var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. desember. Inn komu fráboðanir um 14 føroyskar stuttfilmar, sum kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina, sum fyrstu ferð vóru lætnar í fjør.


Krøvini til stuttfilmarnar eru, at teir ikki eru longri enn 30 minuttir. Stuttfilmarnir kunnu vera spælifilmur, listarfilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Longsti filmur, sum er komin inn, er akkurát 30 minuttir og teir báðir stytstu filmarnir eru 4 minuttir. Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum, men kann tó hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2012. Tað er Norðurlandahúsið, ið letur Geytavirðislønina, sum er 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt.


Filmsnevndin sigur, at dømingin byggir á søgu, filmisk frásøgusnildi og handverk. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 krónur. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin, sum Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum sleppur at velja sín yndisfilm. Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Meira Blaustein, sum er listarligur leiðari á Woodstock Film Festival í USA. Teir fráboðaðu 14 filmarnir skulu latast Norðurlandahúsinum lidnir og klárir at vísa í seinasta lagi 28. november.