Skip to main content

A Tribute to Life


Elin Josefina Smith, sum er limur í Billedkunstnernes Forbund, sýnir í dag fram 48 verk í Smiðjuni í Lítluvík. Til framsýningina hevur Inger Smærup Sørensen, listafrøðingur, skriva soleiðis um listakvinnuna, undir yvirskriftini Hin villa:

Elin Josefina Smith hevur ein serligan ans fyri ørskapi.

Ikki hetta slagi av mentaðum, køldum akademiskum, borgarligum ørskapi, sum kann temjast og njótast í smáum. Men tí rætta ørskapinum. Tí ráa ótamda ørskapinum.


Hon hevur serligan ans fyri tí hart rópandi, spreingjandi og tí uppreistrarsinnaða og lógleysa. Ein serligan ans at mála spontant, bráðræsið og vilt við kenslum og hjartablóði og nervu. Hennara verk eru ein uppreistur móti øllum tí pena og ein háttur at leita inn í ørskapin. Í verkum hennara hevur ørskapurin sítt egna virði. Tað minnir um teir týsku ný-ekspressionistarnar, Die Neuen Wilden, sum leitaðu inn í ørskapin við subjektivum, kenslubornum formroyndum við sterkum litum og harðligum penslastrokum.


Men alt hetta óstortsliga og hesin ovurhugi, alt hetta bráðlyndi, stendur ikki einamælt, tí ímyndin av listaflogvitinum, sum bert skapar burtur úr sínum dýriska fornhavi er ein mýta. Ørskapur finnist ikki sum list uttan at eisini tankin er við – ella – ørskapurin kann ikki gerast til list uttan, at vitið er blandað uppí. Á tann hátt hevur ørskapurin sín egna mótsetning í listini. Ørskapur er ikki bara gerð, men eisini hugsan, hann er ikke bara íborið bráðskot, men eisini skilvísi. Men tað undurfulla í hesum sanna ørskapi í listini er, at listin ikki kann temjast við sínum egna mótsetningi. Hon varðveitir sína ørsku, kanska tí júst djúpu mótsetningarnir eru partur av sjálvari listini.

Hesa síðuna av ørskapinum hevur Elin Josefina Smith eisini serligan ans fyri. Hygg sjálv eftir hennara framsýning A Tribute to Life, sum letur upp í Smiðjuni í Lítluvík í dag, fríggjadagin 22. november, kl. 16.00. Sunnudag, mánadagin og týsdagin er opið frá kl 14:00 til 19:00, og mikudagin er opið frá klokkan 11:00 til 16:00.