16.11.13

Dýpið í Norðurlandahúsinum


Mikukvøldið 4. desember kl 19:30 vísir Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, íslendska filmin Dýpið, sum var í uppskot at vinna virðislønina sum besti norðurlendski filmur í ár. Tilnevningin ljóðaði soleiðis á donskum: "Djúpið er baseret på en virkelig historie om en dyb tragedie og en storslået individuel heltedåd og udforsker både menneskets sjæl og legeme på kraftfuld vis. Optagelserne er fængslende gennem hele filmen og besjæler Djúpið med oprivende men smukke billeder af land, hav og dybet under overfladen. Og i hovedrollen yder Ólafur Darri Ólafsson en bemærkelsesværdig fysisk og følelsesmæssig præstation, hele tiden omgivet af stærke medspillere, som trækker publikum ind i karakterens traumatiske oplevelser. Instruktør Baltasar Kormákurs værk viser en intens kamp mellem menneske og natur. Hans dynamiske stil forstærkes af brugen af fugleperspektiv som ledemotiv. Det viser hvor skrøbelige og små mennesker er, når de bliver ødelagt af naturens nådesløse kræfter, og tilfører en mytisk dimension til denne historie om ekstraordinær overlevelse."


Í Íslandi vann filmurin ikki færri enn 11 Edda virðislønir. Leikstjóri er hin víðagitni Baltasar Kormákur (f.1966), sum eisini ger blockbusterfilm í Hollywood, m.a. saman við Mark Wahlberg og Denzel Washington.


Dýpið byggir á veruligar hendingar umborð á bátinum Hellisey VE-503, sum fórst við Vestmannaeyjar, ella Oyggjarnar, sum føroyskir útróðramenn søgdu, í 1984. Allir sjólótust uttan ein, Guðlaugur Friðthórsson. Filmurin, sum er gjørdur eftir samnevnda leikinum hjá Jón Atla Jónassyni, Dýpið, sigur ótrúligu søguna um henda mann, sum á undurfullan hátt bjargaðist.


Guðlaugur Friðþórsson (f. 1961), omanfyri, bleiv landskendur, tá hann 11. mars 1984 svam fimm tímar í 5 °C kalda sjónum, seks kilometrar úr søkkandi bátinum. Komin í land, gekk hann berføttur í frosti á hvøssum goslendi til bygda í Vestmannaeyjum. Á sjúkrahúsinum máldu tey kropshitan at vera 34 °C. Filmaða søgan um Guðlaug, Dýpið, fekk øll í biograf í Íslandi í 2012. Filmurin var frumsýndur á altjóða filmstevnu i Toronto í Kanada, har flestu stóru norðurlendsku filmar verða vístir í dag. Hann er seldur til 30 lond og alla staðni hevur filmurin hugtikið fólk og fingið framúr ummæli.


Leikstjórin, Baltasar Kormákur, hevur eisini arbeitt sum sjónleikari og framleiðari, bæði á palli og filmi. Fyrr hevur Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, víst filmin 101 Reykjavik (2000), sum Baltasar gjørdi úr søguni hjá Hallgrími Helgasyni, og Havnar Bio hevur víst Contraband (Baltasar Kormákur 2012), sum er Hollywood remake við Mark Wahlberg av íslendska Reykjavík-Rotterdam (Óskar Jónasson 2008), sum Arnaldur Indriðason upprunaliga skrivaði og Baltasar tá var høvuðsleikari í. Fyri stuttum hevur Havnar Bio víst Two Guns (2013) við Mark Wahlberg og Denzel Washington í høvuðsleiklutunum. Íslendski Baltasar Kormákur er sostatt ein av teim norðurlendsku leikstjórunum, sum við hepni er sloppin at royna seg í Hollywood. Nú verður høvið at síggja hansara nýggjasta íslendska film í Norðurlandahúsinum.