29.11.13

Filmur og hvalur


Steintór Rasmussen eigur handritið og sangirnar, sum dótturin Rakul Ró syngur, í nýggja filminum um Trølla Pætur og Trølla Ommuna, Dýr er barnaverð, ið varð frumsýndur í Atlantis bio í dag. Umframt trøllini, sum eru klipt nógv niður, eru politistarnar, Erling og Jógvan, við í filmaðu søguni, sum varar ein tíma. Filmurin lýsir eina familju, har foreldrini arbeiða nógv og hava lítið og einki samband við børnini. Eina dagin gongur sonurin seg fastan í fjøllunum og trøllini koma til hjálpar við tyrlu og løgreglu. Zacharias Hammer hevur filmað. Eftir sýningina koyra vit aftur til Havnar. Við Áir í Sundalagnum síggja vit Bjarna Mikkelsen, sum er lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, og kendasti føroyingur úti í heimi, tí milliónir hava sæð hann seta hol á ein deyðan avgust, sum fór í luftina, meðan Bjarki Thomsen, sum er á niðaru myndini, filmaði.



Hvalastøðin við Áir lat upp í 1906 og lat aftur í 1984. Hetta tíðarskeið komu tilsamans 4.454 hvalir á støðina. Í velmaktstíðini vóru 524 avgustar tiknir upp við Áir. Hetta er sostatt hin 525undi avgusturin, sum beint nú liggur her og stinkar. Umframt óbegrípiliga stinkin, vóru avgustar fyrr í tíðini brúkur til luktilsi í París. Hagtølini siga, at her hava verið skorðnir upp 3155 nebbafiskar, 509 seiðhvalir, 124 sildrekar, 62 royðrar og 30 kúlubøkur.



Eftir út av lagi ringa stórhvalastankin við Áir, halda vit fram suður til Nám í Havn, har vit skulu siga farvæl við okkara framúr góða praktikant, Hjørdis Hansen úr 10. flokki í Tofta skúla. Frá mánadegnum 18. til fríggjadagin 29. novemeber hevur Hjørdis verið í starvslæru hjá okkum. Takk fyri hesuferð!


Eftir arbeiðstíð gera Sigfríður Abrahamsen og Wenche Andreasen grønlendskt kaffi við støði í upplivingum hjá Snar toyminum, tá tey vóru í Grønlandi. Við kaffikrússinum í hondini síggja vit seinni um kvøldið klassiska filmin um E.T. (1982) hjá Steven Spielberg. Gott vikuskifti!