Skip to main content

Gastronomi á hvørjum munni


Mikukvøldið skipaðu hesi fyri var gastronomi kvøld á torginum í SMS í Havn: Linda Kølleskov, Gutti Winther, Regin W. Dalsgaard, Birgir Enni og Jørgen og Johnny úr Miklagarði. Høgni Heinesen tók myndirnar og sum orðstýrari slapst ikki undan at koma á onkra, sum sæst niðanfyri, har Beinir Poulsen hevur fingið til uppgávu at fletta ein seyð frá Gazet Patursson í Kirkjubø mitt á torginum, meðan øll hyggja og The Body Shop sæst í baksýni.



Beinir hevur lært til slaktara í Miklagarði og klokkan vísti, at hann brúkti fimm og ein hálvan minutt at fletta seyðin, tá vit høvdu drigið órógvandi mikrofonhaldarin burturfrá.


Gutti Winther, sum er sjónvarpskokkurin úr væl dámdu sendingini Spískamarið, bjóðaði saltfisk í eplamorli og súpan úr grønmetisurtini artiskokki.



Í grannahjallinum bjóðaði Birgir Enni og sonurin Hávarður feska øðu av Kaldbaksfirði. Hjallarnar høvdu teir báðir brøðurnir Jóannes og Sigtór Andreassen smíða.



Á torgpallinum hevði Birgir Enni eisini eina forvitnisliga frágreiðing um igulker, sum japanarum og øðrum monnum úti í heimi dáma væl. Her er tó ein kvinna, ið hevur dirvið at smakka og greiða áhoyrarunum frá.



Jørgen Jørgensen, slaktarin í Miklagarði, greiddi síðani frá um neytakjøt úr Nýsælandi og hvussu tað á besta hátt kundi skerast í ymsu bitarnar, ið allar hava eitt navn. Jørgen greiddi eisini frá um flutningin allan vegin til Føroya, og hví júst nýsælandska neytakjøtið verður enn betur av flutninginum.



Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæti, bjóðaði leskiligar smakkbitar við royktum laksi og øðrum góðum úr sjónum.


Í næsta hjalli borðreiddu Johnny og Jørgen við spennandi viðskera úr Miklagarði, meðan grønmetisborðið var rullað út á gólvið.


Og í hesum hjallinum pressaðu Guðrun Olafsdóttir og Jana Ejdesgaard Thomsen vælsmakkandi og vitaminríkt superdjús, sum man vera besti drykkur eg minnist meg hava smakkað.


Afturvið øllum smakkroyndunum á torginum í SMS helt Jóan Pauli Joensen, professari, ein bæði hugvekjandi og undirhaldandi fyrilestur um føroyskan mat og makt. Ein sjáldsama góð blanding, matur og makt í føroyska gerandissamfelagnum.


Og so sang Tórshavnar Manskór tríggjar sangir undir leiðslu av Bjarna Restorff: Matarlepin, Eg minnist úr gomlum søgum og Side by Side.


Og meðan kappingarnar í blindsmakking av urtum og at opna øður vóru avgreiddar á pallinum, kundu fólk ganga runt á torginum og skoða nýfletta krovið og ikki minst bátin, sum norska Anneke von der Lippe sat í, tá hon spældi Barbara í filminum hjá Nils Malmros í 1997 og allan fiskin, sum varð lagdur umborð.



Michael Koba sæst við mikrofon til vinstru á mittastu myndini omanfyri. Saman við Thomas, ger hann, tað vil siga Kovboyfilm, seks stuttfilmar frá tiltakinum. Hin fyrsti sæst við at klikkja á YouTube myndina niðanfyri:


Eftir tveimum lívligum mikukvøldstímum var gastronomiska tiltakið liðugt klokkan 22. Og tá kundu vit lesa um turt og ræst kjøt í danska tíðarritinum Gastro. Jú, føroysk gastronomi er á hvørjum munni i hesum døgum, tað er so vist og sætt. Og júst hend grein sigur frá, at fermenteraði føroyski smakkurin, tað er hin ræsti, hann røkkur heilt til New York, har kokkurin David Chang er farin at dyrka hann á matstovuni Momofuku. Væl gagnist, allir føroyskir gastronomar og smakksendiboð í øllum heiminum!