14.11.13

Heimildir, heimildir


Nýliga hava heimildarfilmar í spælifilmslongd funnið sær veg innar í biografarnar og upp á stóra løriftið, eisini í Havnar Bio. Ikki tí, hetta er ein elli gomul sjangra, kanska við Nanook of the North (Robert J. Flaherty 1922) sum tí fyrsta.


Í gjár var eg ein av átjan, sum hugdi at Shirley & Hinda (Håvard Bustnes 2013), tvær gamlar amerikanskar konur, sum hava sett sær fyri at kanna, um einki mark er fyri búskaparvøksturi. Helt ikki, at hesin heimildarfilmur var verdur stóra løriftið, men tað var harafturímóti ein filmur, sum Kringvarpið setti á skrá hóskvøldið í farnu viku. Tað var filmurin um tey, ið vóru send á Rødbygaard í Danmark. Longu í fyrra parti av hesum heimildarfilmi haldi eg, at Kringvarpið er á so góðari leið, at hóast evnið er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at lýsa út í æsir, so hava tey funnið gull, heimildargull. Tá hugsi eg um kvinnuna úr Skálavík, Maluna Olsen, sum myndugleikin í bygdini, uttan at hava sæð hana, sendi av bygdini og niður á Rødbygaard í 1960.



Við egnum donskum orðum, sigur órættaða frá um hendingina og upplivingina av hesi skarnsgerð. Nærum púra órørd, men við so livandi orðum og lýsingum, at hyggjarin er málleysur og djúpt skakaður. Eg fái tann tanka, at bara henda kvinna, heimildarnar heimild, kundi verið klipt úr heildini og staðið einsamøll, sum eitt statement, ein lýsandi viti í Norðurhøvum, sum eisini er eitt harmaljóð og óttukvæði, yvir fyri allari verðini. Tí hetta brot úr føroysku partssøguni er av altjóða slag, sum hevði tolt at verði gjøgnumlýst á stórum filmstevnum.

Tá vit velja at tendra fyri einum drúgvum heimildarfilmi, er tað undirskilt, at hetta er veruleikin, og ikki sum ritstjórin á donsku DRsendingini Horisont segði herfyri: Et udsnit af virkeligheden, som vi nu har valgt. Í spælifilmslongd er tað undirskilt, at talan er um haldbaran veruleika, altso fakta og ikki fiksjón. Hinvegin er einki krav um, at ein tílíkur heimildarfilmur skal vera uttanveltaður. Tey, ið gera heimildarfilm hava ofta eitt endamál við at lýsa sjálvt evnið, og kunnu seta argument inn í filmin, sum skulu sannføra okkum um, at endamálið var rætt valt. Vanligt er, at tílíkir heimildarfilmar, sum til dømis Super Size Me (Morgan Spurlock 2004) eru atfinningarsamir, men eydnukravið er altíð at atfinningarsemið byggir á tað, ið fatast kann sum veruleiki. Tí var tað ein kærkomin veruleiki, soleiðis sum eg fataði hann, at Malan Olsen slapp við í henda heimildarfilm. Haldi, at Karolina Thostrup og tey, sum hava gjørt filmin, við hesum hava definerað, hvat føroyskur heimildarfilmur er, tá hann er millum teir bestu. Seinni partur kemur í kvøld.