27.11.13

Javnaðarflokkurin brennir bøkur




Í gjár visti Norðlýsið, sum einasti miðil í heiminum, at stjórnarberandi føroyskir sosialdemokratar av fólkavalda røðarapallinum eru farnir at kunngera, at teir brenna bøkur. Tað hoyrdist í orðaskifti á Føroya Løgtingi á miðjum mikudegi á Vaglinum í Havn tann 20. november í 2013. Sosialdemokratiska bókabrennan varð framførd á tingsins røðarapalli av Hendrik Old, sum svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðslagnum hjá Málráðnum og starvsnevnd ráðsins. - Koyr í brenniovnin í Leirvík og onga aðrastaðni, sigur sozialdemokraturin um alment fíggjaða og lógliga bókagerð til hin almenna føroyska skúlan. Trýst á myndina omanfyri, um tú ikki trýrt tí!


Hvørt ár um miðjan oktober er bókamessa í týska býnum Frankfurt. Tað er ikki uttan orsøk. Tað ver her at Johannes Gutenberg (1395-1468) fann uppá at prenta bøkur, so lesnaður kundi koma út til fólk, og ikki bara vera á borði teirra skriftlærdu. Ikki tí, tá høvdu tey í Kina prentað bøkur í meir enn tveyhundrað ár. Men aftur til Evropa. Tað var eisini á torginum í hesum bókabýnum, Frankfurt, at tey brendu bøkur fyri nett 80 árum síðani. Tey, ið ikki kenna søguna, men onkuntíð taka tað ok á sínar herðar, at endurtaka hana, verða mint á bókabrennu júst her. Sum sæst á myndini omanfyri, stendur skrivað: 'An dieser Stelle verbrannten am 10. Mai 1933 nationalsozialistische Studenten die Bücher von Schriftstellern Wissenschaftlern Publizisten und Philosophen'. Runt um merkið, sum er í steinsetta túninum, er eitt sitat eftir Heinrich Heine: 'Das war ein Vorspiel nur, dort wo man Bücher verbrennt, verbrennt man am Ende auch Menschen. Heinrich Heine 1820'. Inni í runda merkininum standa 52 stiliseraði nøvn á høvundum í brennandi bókum. Takk til Hendrik Old at han á tingsins røðarapalli uttan at himprast sýndi eitt føroyskt sozialdemokratiskt andlit, og gjørdi meg varugan við, hvussu stutt kann vera millum nationalsozialistische Studenten í 1933 og føroyskar javnaðartingmenn í 2013. Eitt undrunarvert 80 ára minni.


Undir tíðindastubbanum í Norðlýsinum sæst ein fyrrverandi tinglimur úr sama flokki, ið er so hjartansfegin um framsøgnina hjá floksfelaganum. - Orð søgd av einum skilamanni, sigur hann við navni og mynd. Eftir stendur mín spurningur: Hvat sigur leiðslan í Føroya Javnaðarflokki um bókabrenning? Svar ynskist!