17.11.13

Jólabókin komin


Árliga jólabókin hjá Bonniersamtakinum, Den Store Julebog, er komin. Tað er Elisabeth Kruse, sum rekur firma Glotti, ið saman við øðrum hevur skrivað tekstin, og starvsfelagin, Kira Brandt, hevur tikið myndirnar. Fleiri føroyingar hava verið við í bókagerðini og tað sæst aftur.


Jólabókin er skift í fimm kapitlar, ið lýsa hvør sína jólastovu: klassisku jólini, natúrligu jólini, grafisku jólini, litríku jólini og hvítu jólini. Skabelón og uppskriftir eru til hvørja av teim fimm jólastovunum. Bókin, ið telur 108 blaðsíður og kostar 109,50 krónur, er prentað hjá Print Best í Estlandi í 500.000 eintøkum, sum verða seld í øllum Norðurlondum. Stóra jólabókin fæst við at bíleggja hana hjá Bo Bedre.