21.11.13

Mentunargrunnurin í Steinprenti fyri Myndaódnina


Eftir kveikjandi fyrilesturin hjá Marnu Jacobsen í Klingruni í Norðurlandahusinum, fekk eg um endan á móttøkuni hjá Mentunargrunni Studentafelagsins, sum byrjaði samstundis niðri í Steinprenti á Skálatrøð. Heilt fitt av fólki hevði tikið av innbjóðingini hjá Jógvani Isaksen, sum sýndi fram, seldi og fekk høvundarnar at signera allar tær nýggju bøkurnar, sum grunnurin gevur út beint nú. Omanfyri tosar Jógvan við teir báðar aktuellu høvundarnar, Jóanes Nielsen og Tórodd Poulsen.


Millum tær nýggju bøkurnar frá Mentunargrunni Studentafelagsins eru: Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars Jógvan Isaksen: Prædikarin Dagny Joensen: Alt av kærleika Hanus Kamban: Daphnis og Chloe Paulina M.K. Eliasen: Brodering til tann føroyska tjóðbúnan Tóroddur Poulsen: Einglasuð og Jóanes Nielsen: Aftan á undrið. Á myndini omanfyri heldur Hanus Kamban røðu og niðanfyri signerar hann nýggju bókina, sum Jórun í Dali hevur keypt.


Argjakonan, Sólrun Michelsen, er frammi við bókini Hinumegin er mars.



Havnarmaðurin, Tóroddur Poulsen, er frammi við yrkingasavninum Einglasuð, og ein av virknastu mentaútvarpsmonnum, Gunnar Nolsøe, er á staðnum og í Steinprentskøkinum ger hann prát við Tórodd og fleiri onnur.


Uppi i køkinum í Steinprenti ger fjøllistamaðurin, Tóroddur, meg varðugan við enn eitt nýtt listarligt avrik - eina bundna brúna húgvu við súkklum og súkklarum.


Longu undan dagsins bókmentanarliga tiltaki hava Jan Anderson, Fríða Matras Brekku og Kinna Poulsen hongt upp eina rúgvu av myndum í Steinprenti, so árliga Myndaódnin kann lata upp í morgin, fríggjadagin kl 16:00. Hetta er fimta framsýning við árligum úrvali av verkum úr Steinprenti. Myndaódnin í ár er merkt av eini serframsýning við prentum hjá Bárði Jákupsson, sum stava frá 1986 til í dag. Bárður verður heiðraður í sambandi við, at hann fyllir 70 ár tollaksmessudag. Á framsýningini eru eisini myndir hjá Tóroddi Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Andreas Schulenburg, Erik Heide, Anne Riis Bovbjerg, Svend-Allan Sørensen, Kristian Devantier, Claus Carstensen, Julie Sass og John Kørner.