20.11.13

Myndaódnin 2013: Hommage à Bárður Jákupsson


Aftur í ár verður høvi hjá listaáhugaðum at uppliva ein sannan meldur av dygdargóðari list á árligu Myndaódnini, sum er framsýning við úrvali av verkum úr í Steinprenti í ár. Hetta er fimtu ferð, Myndaódnin verður hildin og framsýningin í ár verður merkt av eini serframsýning við prentum hjá Bárði Jákupsson, sum verður heiðraður í sambandi við, at hann fyllir 70 ár Tollaksmessudag. Eisini verða myndir hjá Tóroddi Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Andreas Schulenburg, Erik Heide, Anne Riis Bovbjerg, Svend-Allan Sørensen, Kristian Devantier, Claus Carstensen, Julie Sass og John Kørner við á hesi sera fjølbroyttu framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 22. november klokkan 16. Myndaódnin varir til 20. januar. Kurator er Kinna Poulsen, sum skrivar soleiðis um framsýningina í brævi til limir í Steinbrá, sum hevur aðalfund 26. november:


Týdningurin, sum Bárður Jákupsson hevur havt fyri Steinprent kann ikki yvirmetast. Verkstaðarleiðarin Jan Andersson greiðir frá, at Bárður Jákupsson var fyrsti føroyski listamaðurin, sum vitjaði verkstaðin, sum tá lá í Hjørring. Tá varð tað fyrsta steinprentið hjá Bárði Jákupsson framleitt, og var tað sera væl eydnað. Hetta var í 1986 og tað gjørdist byrjanin til nógva ferðslu millum Hjørring og Havnina. Bárður Jákupsson kom eina ferð um árið til Hjørring og hetta hoyrdi til ársins hæddarpunkt á verkstaðnum. Seinni komu m.a. Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, Ingálvur av Reyni, Tróndur Patursson og Marius Olsen og avtala varð gjørd um at stovna ein grafikkverkstað í gamla Listaskálanum við útgerð frá Norðurlandahúsinum. Longu áðrenn 1983 hevði Bárður Jákupsson eitt hugskot um at stovna ein grafikkverkstað í Føroyum, og tá vóru maskinur keyptar til Norðurlandahúsið. Verkstaðurin varð stovnaður og fyrstu steinprentini vórðu framleidd og komandi árini vórðu fleiri ráðstevnur hildnar fyri føroyskum, donskum og norðurlendskum grafikarum. Tá Jan Andersson í 1999 aftan á heili 27 ár á Grafiska Verkstaðnum í Hjørring flutti til Havnar saman við Fríðu Matras Brekku fyri at útbyggja og reka verkstaðin í Listaskálanum, var tað ikki minst orsakað av tileggjan frá Bárði Jákupsson. Bárður Jákupsson var stjóri í Listasavninum og samstarvið millum savn og verkstað var fyrimyndarliga gott og mennandi. Aftan á nøkur inspirerandi ár valdi Bárður Jákupsson at steðga í Listasavninum og fá ár eftir hetta flutti Steinprent í nýggj høli á Skálatrøð. Bárður Jákupsson hevur alla tíðina verið partur av virkseminum í Steinprenti, bæði sum aktivur listamaður, men eisini í sambandi við at skipa fyri og miðla framsýningar, og tað var eisini hann, sum tók stig til at stovna Grafikkfelagið Steinbrá, sum er eitt stuðulsfelag til frama fyri Steinprenti. Við miklum framskygni hevur Bárður Jákupsson á henda hátt verið ein aðalkraft í mun til stovnsetanina av einum professionellum grafikkumhvørvi í Føroyum. Hetta er eitt umhvørvi, ið kemur okkum øllum til góðar, tað sæst greidliga á dygdini á myndunum í Myndaódnini.


Framsýningin fevnir breitt frá teimum nonfigurativu, sansaligu og sublimu myndunum hjá Hansinu Iversen til ta figurativu, analytisku konseptlistina hjá Svend Allan Sørensen, men tó, at hesi bæði ganga púra hvør sína leið, náa tey bæði vegin fram til eitt poetiskt úttrykk. Poesiin er grundleggjandi í øllum, sum Tóroddur Poulsen ger, eisini tá hann skemtar og tað ger hann ofta í fullum álvara. Surrealistisku elementini í hansara myndum eru original og ítøkilig sum spannirnar, ið á sama hátt sum teir smáu súkklistarnir taka týdning eftir tí sambandi, tær verða settar inn í. Í Nonfigurativum, geometriskum mynstrum kannar Anne Riis Bovbjerg hvussu litirnir ávirka hvønn annan. Julie Sass er prosessorienterað í síni list og dyrkar støður sum bæði-og ella næstan í sínum ambitiøsu verkum. Torbjørn Olsen hevur sum eingin annar ræði á litunum og tað er hugtakandi at síggja hvussu sjálvt typisk turistmyndevni sum Vágsbotn og gamlar Havnargøtur gerast til haldgóða list í hansara meistaraligu litjavnvág. Marius Olsen granskar møtið millum ljós og myrkur í hugakandi myndum við neyvum ljóseffektum, sum geva einstøku myndaliðunum skap og sum løðir tómleikan og myrkrið. Myndamálið hjá Andreas Schulenburg og Kristian Devantier er skemtiligt og góðvarið, men hygg eina ferð aftrat - hjá báðum býr psykologiskt og sosialt hugsað álvarsemi undir. Sjálvt um upprunastøðið er realistiskt, tykjast seyðalýsingarnar hjá Fríðu Matras Brekku bæði humoristiskar og alsknar við alstórari virðing fyri hvørjum einstøkum av teimum portretteraðu djórunum Fabulerandi myndirnar hjá John Kørner við føroyskum myndevnum sum t.d. Havnar Kirkja osfr. verða sýndar fram í serstøkum rammum, sum listamaðurin sjálvur hevur teknað og sum eru gjørdar til tess at passa til svarta kantin á prentunum. Yvirhøvur eru nógvar svartar og hvítar myndir við á framsýningini, sum vísa styrkina í klassiskum grafikki. Hetta er eitt nú galdandi fyri Claus Carstensen, sum hevur løstað ella deface´að siðbundnar landslags- og bygdalagsmyndir á ein hátt, sum brutalt flytir myndirnar fram í núið. Svarthvítar eru eisini tær figurativu, eksistentialistisku myndirnar hjá Erik Heide av eitt nú avbyrgdum einstaklingum. Huglagið er um somu tíð sakligt og ekstatiskt í hansara lýsing av einum persóni í einum skógarglotta, sum minnir um yrkingina Gras hjá Tom Kristensen, sum Karsten Hoydal enduryrkti, og sum jú eisini klingar væl saman við náttúruabstraktiónunum hjá Bárði Jákupsson. Hansara stílur er eyðkendur við dekorativum, ekspressivum náttúrulýsingum við pensilsstrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum stundum breiðum ella fínligum strukturum, sum var listamaðurin ein náttúrunnar hjartamátari. Gjøgnum tey nógvu árini hevur hann skapað eina ørgrynnu av steinprentum, framsýningin rúmar um ikki øllum, so rættiliga nógvum av hesari framleiðsluni. Summar myndir eru stórbærar, meðan aðrar tykjast meira einfaldar, men tær nógvu av myndunum sýnast í grundini rættiliga abstraktar uttan sjónarring og uttan nakra ítøkiliga forgrund ella bakgrund við skiftandi perspektivi, sum gevur áskoðaranum eina fúkandi kenslu av at flúgva høgt uppi yvir landslagnum, meðan tú í næstu løtu liggur á bønum í lívsjáttandi anganum av grasi.

Løgið sum grasið er høgt fyri mær,
ið liggi á grúgvu í bø,
nígi eg meg so djúpt, sum eg kann,
mín verð veksur stór og høg.

Í teimum grønleittu oddboga-grindum
vil eg standa. Har støðgi eg á.
Tori ei villast í lýsandi dimmi!
Ei villast inn millum strá!

Inni har glimmar í høll millum stráa,
vaknar og kallar rødd mær vil ráða
eitt vaksandi: kemur tú nú,
kemur tú, kemur tú, kemur tú nú
tú nú.
Og sum eitt svar tónar tá har
Undurskær, dreingjaklár rødd ein í mær.
Ikki enn, nei! Ikki enn, nei!
Men tá vitloysið mítt er á enda
tá mínir stórleika-dreymar enda,
tá fer tað at henda, tá fer tað at henda,
nóg lítil og lukkulig sál mín er tá.

Yrking: Tom Kristensen/Karsten Hoydal
Tekstur: Kinna Poulsen

Og sum eina heilt serliga heilsan til Bárð, nú bæði føðingardagur og jól eru í hondum, fari eg at seta inn hesa tekning, sum hann sjálvur gjørdi, tá Norrøna Felagið í Føroyum fylti 50 ár í 2002. Á tekningini síggjast teir fyrstu 9 formenninar í felagnum, aftast frá vinstru eru teir Heðin Brú, Marius Johannessen, Eskild Christiansen og Kjartan Hoydal. Fremst frá vinstru síggjast Bárður sjálvur, Heðin M. Klein, Demmus Hentze, Hallstein Sigurðsson og Birgir Kruse.