Skip to main content

Reinsan eitt sunnukvøld


- Vilt tú verða reinsaður, spyr ungi prædikumaðurin út í tóma køkin, tá eg havi trilvað meg fram til kontaktina og tendrað Útvarpið. Eri júst komin inn um gáttina, og tað er myrkt og illfýsið uttanfyri. Tað er sunnukvøld og eg havi sæð finska filmin Reinsan í Norðurlandahúsinum.

Tað er sum filmurin vil ikki steðga. Men meðan maðurin í Útvarpinum talar um eina óítøkiliga reinsan úr erva, so er finski kvinnufilmurin beint fram ítøkiligur og sker seg gjøgnum lag eftir lag av persónligari reinsan, meðan skiftandi despotar, fyrr Stalin og nú russiska mafian, seta estiska gerandisdagin í karm.


Reinsan er søgan hjá Sofi Oksanen (f.1977), um tvær einsamar kvinnur í Estlandi, onnur ung, Zara, og hin gomul, Aliide, sum báðar eru plágaðar av sviki og ræðslu, og nú í berari desperasjón bíða eftir at rættvísin bankar á dyrnar og ger enda á teimum.


Í so máta einki annarleiðis enn Clint Eastwood, Charles Bronson ella Bruce Willis undan teimum, bara við tí muni, at hetta eru kvinnur, ið ætt eftir ætt siga sína persónliga søgu, sum verður knýtt saman í einum óvæntaðum ættarbandi. Og akkumuleraði endin, endaliga reinsanin, er sum hjá Kurosawa í Yojimbo (1962), sum Walter Hill flutti til Texas í 1996 og kallaði Last Man Standing við Bruce Willis í høvuðsleiklutinum, aftur við tí muni, at í hesum føri eru tað kvinnur, Last Woman Standing. Hin gamla og beiska Aliide (Liisi Tandefelt) ger at enda upp við fortíðina, reinsar alt, so hin unga Zara, kann loysast úr trældómi og byrja eitt nýtt lív.


Nýggja tøknin í Norðurlandahúsinum er lýsandi brilljant og einki er at taka seg aftur í, at hetta er tann besta biohøllin í landinum.

Finski leikstjórin Antti Jokinen (f.1968) letur seg ofta ávirka av smáum filmiskum frásøgusnildum hjá kasakstanska Timur Bekmambetov (f.1961), til dømis í byrjanini á filminum, tá hin gamla Aliide slær eina flugu, ið hevur sett seg á handabakið.

Næsti filmur í Klipp røðini í Norðurlandahúsinum verður sýndur mikukvøldið 4. desember. Tað er hin danski I Lossens Time (Søren Kragh-Jacobsen 2013), sum júst hevur fingið Interfilm kirkjuvirðislønina, ið evangelisk lutherska kirkjan í Lübeck-Lauenburg letur. Dogma bróðurin Søren Kragh-Jacobsen (f.1947) avmyndaði eg í farnu viku.


Kirkjuliga dómsnevndin segði soleiðis á enskum um filmin: "The Interfilm Jury awards a feature film that conducts the spectator via an ingenious narrative way to the issues of guilt and reconciliation. Even in a situation of extreme despair and deepest entanglement there is hope for the future. The award goes to The Hour of the Lynx by Søren Kragh-Jacobsen, Denmark". Eisini høvuðsdómsnevndin, sum læt NDR virðislønina á norðurlendsku filmsstevnuni í Lübeck, gav hesum sama filmi nøkur orð á enskum: "The NDR Jury awards a Special Mention to a film that deeply moved us and at the same time unsettled us on many different levels. The story of the suicidal, mentally disordered murderer will stay with us long after the festival: In the Hour of the Lynx by Søren Kragh-Jacobsen, Denmark."