Skip to main content

Tá verðin er í túninum


- Nei, sum verðin er stór, verður sagt i víðagitna ævintyrinum hjá H.C. Andersen um Hin ljóta dunnuungan. Og mamman heldur fyri, at hetta var einki. Tí verðin, hon røkkur langt yvir um urtagarðin, líka yvir í prestbøin. Men har havi eg ongantíð verið, sigur hon við undrandi ungarnar. Men onkuntíð er beint øvut av ævintýrinum, tí verðin verður so lítil, at tú kanst byrgja hana inni í heimliga túninum. Hetta kom mær til hugs, nú vit báðir, Sakaris, fóru umborð á ferjuna millum Puttgarden og Rødby í dag. Komnir uppá, renna vit okkum í svenska týðaran, Inge Knutsson, (f.1948), sum eg møtti fyri tjúgu árum síðani heima í túninum í Tórsbyrgi, har hann vitjaði Heðin Klein í Rithøvundafelagnum. Hann minnist enn hvørja løtu, tá hann kom innum og hoyrdi Three Cigarettes in an Ashtray við Patsy Cline. Umborð á ferjuni koma vit í prát, og hann flennir so hjartaliga, tá Sakaris sigur, at hann er úr Skopun. Tí, fyri stuttum koyrdi Inge Knutsson runt Sandoynna við einum bónda at síggja seyðahaldið og góða útsýnið, sum allastaðni er í oynni. Inge býr í Knislinge í Svøríki og arbeiðir sum týðari úr norðurlendskum málum. Hann er útbúgvin í bókmentasøgu, lista- og idésøgu og norðurlendskum máli. Fyrsta týdda bókin var íslendska yrkingasavnið Ord från ett utskär, sum kom í 1974. Hann hevur umsett norðurlendska bókmentavinnaran, Kim Leine Profeterne vid Evighetsfjorden, sum kom út í fjør, og hevur týtt meir enn hundrað bøkur, har meginparturin eru íslendskar, men eisini norskar, danskar og føroyskar. Verðin er lítil, tá vegir krossast. Eisini umborð á ferjum, ið umframt kafeteriadekk við reyðum pylsum, eisini hava tokdekk og bildekk, har øll verðin kemur og fer eftir stuttari løtu, sum var tað Hótel Jörð.