20.11.13

Victor, Carl Johan ella William


Neyvan er nakað sum bannaðir bókstavir, ið kunnu fáa fólk upp at garta. Ja, alt, sum misjonérurin sigur vera forboðið, einki er so garterandi søtt sum nettupp tað. Tað gongur sjón fyri søgn í hesum misjónsdøgum. Serliga eru tað valdir hvítabreyðspolitikarar, ið ikki hava størri ella hægri løntar missiónir, enn at bera seg at sum spunasmiðir at promovera eina ávísa sjón av einum máli, sum ikki er nakað mál, tí tað higartil hevur verið øllum greitt sum heilt okey og einki at snakka um.

Nú er tað Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, sum fann uppá Málráðið, ið ikki veit sær betur enn at fara til næsta kassa við kenslupornu, navnalóggávuna, eftir at kríggið um stavraðið ikki bleiv tann orrusta, ið framherjarnir vildu.

Sjúrður vil vera við í tekstinum Tobbi má eisini unna øðrum frælsi, at: ‘Stavingarhættir, sum hava verið nýttir í Føroyum í øldir, eru brádliga bannaðir.’

Eg veit so ikki, hvat tað er sum overnight er bannað at stava í Føroyum, eg havi so ikki sæð tað og enn minni varnast boðini. Hvør gav boðini um hetta og hvør var heimildin? Nei, eg bara spyrji.

Kom í tankar um fyrstu Útvarpsending eg gjørdi á Bryggjubakka, summarið 1978. Tað var um svartan amerikanskan bluestónleik, so sum hvítu bretsku Fleetwood Mac valdu at framførdu hann. Ein musikalsk tvørsøgn, sum eg tá helt vera stuttliga. Ikki kom tað mær til hugs at føroyska bókstavaraðið forðaði mær í nøkrum, og neyvan hevði gjørt tað í dag heldur. Í eitt tríatiáraskeið havi eg gjørt Útvarpssendingar um mangt og hvat, men aldri havi eg rent meg í hesa spennitroyggju, sum Sjúrður hevur gjørt sær til arbeiðssetning at tykta okkum við. At málið skal vera komið í drepning og reiðiliga tað.

Ikki veit eg hvar hesir dómadagsprofetar ferðast og forkynna. Tað er so ikki á teimum leiðum eg gangi. Og teir, sum harðast hava funnist at gamla Skúlabókagrunninum, sum nú eitir Nám, har eg dagliga arbeiði, har hevur eingin av hesum profetum nakrantíð vitjað. Hvørki Heri Mohr, sum í gjár letur gor og gall renna omanyvir henda stovn, Rolf Guttesen, sum báðu ferðirnar, tá ætlanir hava verið um at gera eitt nýtt atlas, hevur fingið arbeiðsboð, og mentanevndarformaðurin á Tingi, Bjarni Djurholm, sum aldri hevur sæð tað atlas, sum bleiv til, hóast Rolf blakaði tað frá sær. Hóast hetta fýrir sami Bjarni ikki fyri at seta hugsaðar spurningar um ósædda atlasið á tingsins røðarapalli. Eitt snilt retoriskt trix, má sigast. Og trístrenta rosinan í pylsuendanum er hon frá Sjúrði í dag: Victor, Carl John og William. Trý vælvald nøvn aftur at fáa alt upp at garta. Predikanturin, ið tryggjar honum atgongd til góða fiskifeltið hjá brøðrunum, rithøvundurin við tí hvassa tjóðveldispenninum, sum enn kann halda høsnalúkuni opnari, so tað slepst inna aftur í rætta flokkin, og at enda tvídeilda tvíve, sum annan vegin er tjóðarskaldið á donskum og so abbasonur tannlæknan við famøsu nummarplátuni. Væl spunnið, sum altíð.

Men hondina á heimleysa tjóðveldishjartað: Tænir tað málinum, tí talaða føroyska og tí politiskt førda á tingi? Ja, tað kann hvør einstakur svara fyri seg. Nú fari eg at fáa mær kaffi. Caffelatte.