Skip to main content

Virðislønir í Lübeck


So er filmstevnan í Lübeck komin at enda. Omanfyri síggjast tey, ið vunnu tær átta virðislønirnar, sum vórðu handaðar í Theater Lübeck. Í ár vóru tað filmar úr Svøríki, Noregi, Danmark og Estlandi, ið vunnu virðislønirnar. Størstu virðislønina, 12,5000 evrur, letur Nord Deutsche Rundfunk (NDR). Hon fer í ár í tveir partar. Annar filmurin, ið fær NDR virðislønina er hin norski Jeg er din, sum Iram Haq (f.1976), ið er av pakistanskari ætt, hevur leikstjórnað. Hetta er fyrsti spælifilmur, hon hevur gjørt í fullari longd. Jeg er din er eisini norska uppskotið at fáa Oscarvirðisløn sum besti útlendski filmur. Her skorar Iram Haq seg gjøgnum mannfólkamúgvuna.


Hin filmurin, ið eisini fekk høvuðsvirðislønina, er danski Nordvest sum Michael Noer (f.1978) leikstjórnaði. Teir báðir brøðurnir, Gustav Dyekjær Giese og Oscar Dyekjær Giese, ið hava høvuðsleiklutin í Nordvest, tóku ímóti virðislønini saman við leikstjóranum.


Brøðurnir greiddu frá um filmin í hugaligum práti við Erhard Bultze, sum tosar týskt og danskt og kennir væl til norðurlendskan film og samfelagsviðurskifti.


Dómsnevndin hevði hesa ensku grundgeving, at lata báðum filmunum NDR filmsvirðislønina: "On the one hand, to the story of a young Norwegian mother of Pakistani background who drifts into sexual adventures in her unrestrained search for love and recognition and thus comes into conflict with her tradition-bound family. The debut film I Am Yours by Iram Haq from Norway is a highly emotional tale with unexpected twists in the plot that give us insight into the life of a mother who has to fend for herself. The other half of the prize goes to a film that is set in the outskirts of Copenhagen, where two brothers struggle for respect and recognition and whose brotherly love is shattered along the way. Northwest, the second feature film by Michael Noer from Denmark, is distinguished by its outstanding directing and by the grandiose performances of its two young actors."


Baltiska dómsnevndin letur eisini eina virðisløn til ein norðurlendskan spælifilm. Í ár fór heiðurin til svenska leikstjóran Lukas Moodysson (f.1969), sum í 2002 gjørdi filmin Lilja 4-ever, ið varð upptikin í Estlandi og Svøríki. Nú er Lukas Moodysson aftur á filmsmarknaðinum við frálíka filminum Vi är best. 12 ára gamla Mira Grosin, sum er høvuðsleikari, tók móti virðislønini og læs eina takkartalu frá leikstjóranum.


Hin høvuðsleikarin í filminum Vi är best er 14 ára gamla Mira Barkhammar, sum sæst niðanfyri. Søgan fer fram síðst í sjeytiárunum, tá tær báðar saman við Liv LeMoyne gera eitt punk orkestur. Søgan byggir á framhaldssøgu hjá Coco Moodysson, sum er kona leikstjóran, Lukas. Baltiska dómsnevndin segði soleiðis á enskum: "A movie that made us learn that sometimes the best acting is not acting at all. A film that manages to capture pure rebellious spirit and reminds us that in spite of many hard times, punk is still not dead. You are the Best!"


Svenski leikstjórin, Lukas Moodysson, er ein av fyrimyndunum hjá Sakarisi Stórá, sum sýndi Summarnátt leygardagin. Niðanfyri sæst Franziska Kremser, sum stendur fyri Kinder- und Jugendprogramm á filmstevnuni í Lübeck. Hon hevði valt filmarnar til henda breiða málbólk, sum tó í hesum føri hevði yvirskriftina Children´s and Youth Films Kurzfilme 12+, ið skal lýsa norðurlendskan ungdóm á stuttfilmi í dag. Umframt føroyska Summarnátt, sum varir 17 minuttir, vórðu vístir: Första gången (Anders Hazelius Svøríki 2013, 9 min), Huulilla, On Your Lips (Joonas Rutanen, Finnland 2013, 9 min), Fucking Tøs (Kira Richards Hansen, Danmark 2012, 13 min), Belinda Beautiful (Marianne Blicher, Danmark 2012, 24 min) og Weekendfar (Johan Stahl Winthereik, Danmark 2013, 27 min).


Interfilm kirkjuvirðislønin, sum er 2,500 evrur, ið evangelisk lutherska kirkjan í Lübeck-Lauenburg letur, fór í ár til danska leikstjóran og Dogma bróðurin Søren Kragh-Jacobsen (f.1947) fyri filmin I lossens time. Her havi eg avmyndað leikstjóran í trappunum, innan hann fór heim.


Kirkjuliga dómsnevndin segði soleiðis á enskum: "The Interfilm Jury awards a feature film that conducts the spectator via an ingenious narrative way to the issues of guilt and reconciliation. Even in a situation of extreme despair and deepest entanglement there is hope for the future. The award goes to The Hour of the Lynx by Søren Kragh-Jacobsen, Denmark". Eisini høvuðsdómsnevndin, sum læt NDR virðislønina, gav hesum sama filmi nøkur orð á enskum: "The NDR Jury awards a Special Mention to a film that deeply moved us and at the same time unsettled us on many different levels. The story of the suicidal, mentally disordered murderer will stay with us long after the festival: In the Hour of the Lynx by Søren Kragh-Jacobsen, Denmark."


Við í hátíðarhaldinum, sum varð sent beinleiðis í týskum sjónvarpi, var lokala Beschwerdechor, Klagukórið, sum sang úr spennandi tekstum frá ónøgdum borgarum. Danska Ada Bligaard Søby (f.1975) hevði gjørt film um kórið.


Eitt av mongu frásøgufólkunum var danski Jakob Cedergren, sum í hesum døgum er aktuellur í nýggja sjálvævisøguliga filminum hjá Nils Malmros Sorg og glæde, sum frá og við mikudegnum gongur í Havnar bio. Umframt á pallinum, fangaði eg eisini Jakob Cedergren í myrka roykirúminum á hotellinum, har ein tendrari var við hondina at kasta ljós á andlitið.


Daniel Dencik vísti filmin Expeditionen til verdens ende, sum hevur verið partur av filmsrøðini DoxBio í Havnar Bio. Nú fer hann undir ein nýggjan film um trælahald í Afrika.


Katrin Ottarsdóttir (f.1957) hevur saman við dóttrini Hildigunn Eyðfinnsdóttir og manninum Hugin Eide gjørt eina filminnstalasjón við fimm stuttfilmum, ið eru fimm til átta minuttir til longdar, og verða sýndir undir heitinum Lejlighedsminder í eini eftirgjørdari íbúð við fimm rúmum í Defacto Art Forum, har trettan listafólk hava atelier. Tey trý taka í móti í durinum og skifta á næstu myndini orð við týsk vitjandi, sum eru hugtikin av framsýningini. Síðani eru tvær myndir frá framsýningini.


Norðurlendskir filmsfundir verða hildnir í býnum, og her er tað norski Jan Erik Holst frá Norska Filmstovninum, ið avtalar ein snarfund um film og filmsstevnir, kanska í Nordkap. Jan Erik veit alt um Selkvinnen, ið er tann norski filmur, sum fæstu norðmenn hava sæð.


Millum bestu filmar eg annars sá á filmstevnuni í ár, vóru svenski Monica Z, sum danski Per Fly (f.1960) leikstjórnaði. Íslendska Edda Magnason bæði spælir og syngur Monicu Zetterlund so framúr, at tú onga løtu ivast í at tað er rætta sangarinnan, tú hevur framman fyri tær. Serliga trupla sambandið við pápan verður lýst væl. Hann sæst niðanfyri til vinstru, Edda í miðjuni og Per Fly til høgru (pressufoto).



Ein annar filmur, sum á heilt serligan hátt var hugtakandi, var hin íslendski Málmhaus við enska heitinum Metalhead. Í sjálvum sær ikki um heavy metal, men um eina gentu á einum íslendskum bóndagarði, sum er 12 ára gomul, tá eldri beiggi hennara doyr í arbeiðsvanlukku við einum traktori. At koma yvir sorgina leitar hon innar í tónleikin hjá beiggjanum, sum er heavy metal. Partar av nemandi søguni eru ein prestur við Iron Maiden tatovering á arminum og so ein brennandi kirkja. Spennandi í hesum døgum, har kirkja verður brúkt sum pallur til heavy metal konsertir. Men sum prestur, ið eisini dugur rokk, sigur: Gud er eisini í tí svarta. Ragnar Bragason (f.1971) hevur leikstjórnað (pressufoto).


Íslendski filmurin, sum hevur enska heitið Metalhead, varð sýndur í somu hølum sum Bellamy Brothers fara at hava konsert í til várs. Tað er í Kolosseum.


Triði filmur eg havi hug at nevna er norska politiska nøtrisøgan Pionér, sum Erik Skjoldbærg (f.1964) úr Tromsø hevur leikstjórnað. Søgan er um tá norska oljuævintýrið byrjaði, og kavarar arbeiða saman við amerikumonnum at leggja pipe lines eftir botninum á 500 netra dýpi. Eitt dreymastarv hjá eina kavaranum, Aksel Hennie, sum verður til eina markleysa marru (pressufoto).


Svenski ungdómsfilmurin um eitt punkorkestur seinast í sjeytiárunum, Vi är bäst!, er áleið sum heitið sigur. Ein fín søga um at gera nakað, har tú ert. Í hesum føri er úrslitið eitt revolterandi punkorkestur, sum skapar nógvar trupulleikar, men eisini nógvar og góðar loysnir, serliga millum heim og skúla. Hesar uppbyggiligu gentur mynda orkestrið (pressufoto).


Nógvir biografar eru í Lübeck. Umframt CineStar og allar biohallirnar, sum har eru, og Kolosseum, so er eisini Das andere Kino in Lübeck. Og niðanfyri hevur Sakaris funnið ein ganz anderes biograf í eini lítlari smogu mitt í býnum.


Men sum alla staðni á okkara leiðum skal sparast og effektiverast. Til hvat, veit eg ikki og heldur eingin annar, sum eg tosaði við. Men fremsta eyðkenni fyri býin, Filmtage Lübeck, fær nú spariknívin at føla, skal tað standa til politikarar. Tað skrivar Lübecker Nachrichten.


Kanska er tað bara alla halganna dagur og alt gongur í hamferð, sum hesir útklæddu súkklarararnir, ið struku framvið hotellinum.


Við minnum frá nazi tíðini á flestu gongubreytum, lýtur býurin tó ikki bara aftur eftir, men er eisini sjáldsama innovativur, til dømis við hesi fiskamatstovu, sum eftir øllum at døma er í hølunum hjá einum kirkjuligum felagsskapi.


Hóast bumbaður undir krígnum, er kjarnin í søguliga Hansabýnum væl vardur og hildin. Á gøtuni an der Mauer, er eitt hálvtorn, sum er bygt upp at býarmúrinum í 13. øld. Húsini, Fachwerkhäuschen, eru bygd í 1670.‎



Og so er ikki at gloyma marsipanhandilin hjá Niederegger á gongugøtuni. Her eru longu jól, eins og í altjóða lakres handlinum niðanfyri.


Ongastaðni havi eg sæð so spesialiseraðar handlar í so lítlum býi, sum her. Um 215.000 fólk búgva í Lübeck, sum er lítið meir enn í Reykjavík. Her er tað Julia, sum í handlinum Teapot í Königstraße, vigar mær 100 gramm av grønum mint-te frá tuaregum í Sahara.


Eftir grønt te og edrúiligar smárættir, eru stundir at royna sterkari grønt, absint, á Jazz kaféini, dygst við CineStar biografin. Sakaris er á heimabana og dugir sum eingin at skeinkja henda søguliga drykk.



Út á kvøldið spælir finska Irina Björklund (f.1973) á sag og syngur franskt, meðan orkestrið spælir tango afturvið. Umframt finskt og franskt, dugir hon eisini svenskt, spanskt og russiskt. Alt samalt í Theater Lübeck, har filmsvirðislønarvinnarar vórðu heiðraðir.


Og so er bara tann obligatoriski túrurin inn á Seepferdchen í Böttcherstraße eftir. Her er hugnaligt við gomlum týskum sjómanstónleiki og einum góðum práti við eigaran, Christian, sum hevur ferðast víða.


So siga vit farvæl við hugnaliga Hansastaðin Lübeck, ið dugir so væl at savna norðurlendskan film. Myndinar niðanfyri tók Sakaris við býarpotrið, Holstentor. Kanska síggjast vit aftur næsta ár.