12.12.13

Dávur Djurhuus fær Geytan


Dávur Djurhuus, sum sæst omanfyri, fær Geytan í 2013 fyri filmin Terminal. Tað er Norðurlandahúsið, sum letur Geytastandmyndina, sum Dávur hevur i høgru hond og ein kekk, ið er 25.000 krónur, sum hann hevur í vinstru hond. Amerikanska Meira Blaustein, sum stendur fyri The Woodstock Film Festival, var fegin um filmin, eins og Sakaris Stórá, aftanfyri Helenu Dam á Neystabø, og eisini Jan Berg Jørgensen á niðaru myndini, har hann og Dávur tosa við Elina Heinesen.


Dómsnevndin, sum letur Geytan, er frá vinstru niðanfyri, Meira Blaustein, Birgir Kruse, Marjun Niclasen, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen.


Eins og í fjør var Finnur Koba hin best hugsandi verturin fyri Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum.


Í steðginum, tá allir filmar høvdu verið sýndir, savnaðust fólk í foyerini til ein reyðan Geytasjuss, meðan atkvøtt varð um Áskoðaravirðislønina. Niðanfyri sæst Sakaris Stóra saman við Helenu Heðinsdóttir Jørgensen, sum er annar høvuðsleikarin í Vetrarmorgun.


Her er fjøllistamaðurin Heiðrik á Heygum, sum luttók í kappingini um Geytan við filminum True Love. Á niðaru myndini sæst Jenný Kragesteen úr sama filmi, vinstrumegin.



Filmurin, sum byrjaði Geytasýningina í ár, var sangurin hjá Moirae og Terja Rasmussen, sum dreingjabólkurin All In framførd í nýggjari útseting og instruksjón hjá Jóannes Lamhauge, sum her fær sær ein reyðan Geytadrykk.


So vórðu atkvøðukassarnir tømdir og talt varð upp á skrivstovuborðinum hjá Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum, at finna fram til, hvør skuldi fáa Áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar býráð í 2013.



Eftir at talt varð upp, handaði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, Áskoðaðarvirðisløn Tórshavnar býráðs til tey fýra, sum gjørdu skemtifilmin Munch.


Jónfinn Stenberg og starvsfelagarnir, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Jens Jákup Hansen og Brian Samson, fingu Áskoðaravirðislønina í sambandi við útbúgving í Kringvarpi Føroya. Munsch er ein skemtifilmur, sum veruliga fekk láturin fram í fullsetta salinum í Norðurlandahúsinum í kvøld. Áskoðaravirðisløninin er 15.000 krónur. - Tórshavnar kommuna hevur altíð víst stóra virðing fyri filmi sum listagrein. Kommunan hevur gingið undan og hevur stuðla filmsgerð sum heild og ikki minst Filmverkstovuni Klippfisk, har ungir spírar sjónliga mennast, sigur Marjun Niclasen, til høgru niðanfyri, sum umboðar Tórshavnar kommunu í dómsnevndini. - Tí er tað okkum ein heiður aftur í ár at sleppa at handa fólksins virðisløn, sigur Marjun.


Geytadómsnevndin grundgav fyri at velja filmin Terminal hjá Dáva Djurhuus við hesum orðum:
Eins og í fjør, tá ið fyrsti Geytin varð latin, hevur nevndin grundað sínar metingar á trý metingarvirði. Tey eru søga, filmisk frásøgusnildi og filmskt handverk. Nevndin hevur í dømingini varnast eina heilt serliga rødd, sum í hesum føri megnar at røkka út um hesi trý metingarvirði. Nevndin er samd um, at virðisløna filmin Terminal eftir Dáva Djurhuus. Filmurin spælir við almenna skynsemið, tí hann byggir á eina vitborna og avbjóðandi gerandissøgu, ið er rámandi og fyndug. Mitt á gøtuni tykist søgan fara eftir eini greiðari rás, men sum frá líður, vita vit ikki, hvønn veg hon fer. Her eru sniðfundigir snúningar, sum gera upp við ógrundaðar hugsanir, vit kunnu hava um medmenniskju í stórbýarsamfelagnum, sum eru lýst í og úr einum bussi. Filmurin fastheldur okkum við einari náðileysari frásagnarrødd, sum kløkkar okkum, tá tað, ið vit av berum fordómum vænta, júst ikki hendir. Snøggi og kontanti filmurin, ið varir 10 minuttir, kveikir hugan og tankan um medborgaraskap í einum fleirmentaðum býi. Filmurin talar til vitið og skapar eina órógv, sum hjá áskoðaranum liggur leingi á. Dómsnevndin metir, at við hesum filmi hevur ungi leikstjórin góðar møguleikar at gera seg galdandi á altjóða filmfestivalum.


Vegna dómsnevndina handaði formaðurin, Birgir Kruse, omanfyri, kekkin og Geytavirðislønina til Dáva Djurhuus. Stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, hevi bara rósandi orð til Dáva Djurhuus og filmin Terminal. - Terminal elvdi til tað heilt óvæntaða, at hann nam meg og gjørdi meg bilsnan, bæði í skapi og innihaldi, sigur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, sum eisini er í Geytadómsnevndini. - Filmurin er smartur og intellektuellur, aldri grunnur ella uppgjørdur. Terminal verður borin fram av einum sjálvsáliti og lættleika, sum avgjørt er sjarmerandi.


Teilendska vaskikonan í Miklagarði, Patcharee Areesaman, sum sæst við blómum omanfyri, var evnið í stuttfilminum Big Place, sum Thomas Koba hevði gjørt. Og sjálva Geytastandmyndina hevði David Geyti gjørt.


Amerikanska Meira Blaustein, niðanfyri til høgru, er listaligur leiðari fyri Woodstock Film Festival. Hon er innboðin dómsnevndarlimur í Geytanevndini í ár. Umframt at vera við í avgerðini, hvør skal fáa ársins Geytavirðisløn, hevur Meira haft eina verkstovu um føroyska filmsgerð í Norðurlandahúsinum.


- As a newcomer to the Faroese filmmaking, I am thrilled to observe these young, fresh voices whose passion and vision for the cinematic story is as sharp in contrast and as sensitive to details, as the rugged yet delicate landscape they hail from. I look forward to seeing their future works as filmmaking in the Faroe Islands grows and flourishes, sigur Meira Blaustein úr einum fullsettum Norðurlandahúsi undir herrópinum ‘Spreading the love from the spirit of Woodstock!’