Skip to main content

Er Jake Bugg framtíðin?


Einaferð segði amerikanski ummælarin Jon Landau um ein 25 ára gamlan sangara: 'I saw rock and roll future and its name is Bruce Springsteen!' Í dag er Bruce 64, og í gjár hoyrdi eg 19 ára gamla Jake Bugg, sum er úr Nottingham í Bretlandi, syngja Slumville Sunrise í sendingini Skavlan. Haldi, eg fari at endurtaka 39 ára gomlu orðini hjá 64 ára gamla Landau, og so skifta navnið út við Bugg, Jake Bugg. Eg havi í hvussu er gjørt mær ein nýggjan spælilista á Spotify. Hvat heldur tú um Jake Bugg?