Skip to main content

Forlagið MS


Í tíðindaskrivi frá Mentunargrunni Studentafelagsins og Føroyaprenti verður sagt í dag, at partarnir hava stovnað smápartafelagið Forlagið MS við endamálinum at geva út bøkur og annað, sum hevur samband við hetta. Jógvan Isaksen, sum omanfyri er avmyndaður á bókamessu í Göteborg, er nevndarformaður og forlagsleiðari. Forlagið hevur í nógv ár verið rikið av Jógvani einsamallum, tey seinastu árini í neyvum samstarvi við júst Føroyaprent. Jon Hestoy úr Føroyaprenti er tí stjóri í nýstovnaða forlagnum. Jón avmyndaði eg á bókamessu í Frankfurt í fyrrárið.


- Tann broyting, sum nú fer fram, er gjørd fyri at tryggja forlagið í vónandi mong ár, siga umboðini fyri smápartafelagið Forlagið MS í tíðindaskrivinum. Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyrsta útgávan hjá forlagnum var Yrkingar (1914) eftir Janus Djurhuus, og rokna vit eftir hesi útgávu, so fyllir forlagið hundrað ár í 2014. Forlagið hevur øll árini verið ein tann dyggasti útgevarin av føroyskum upprunatilfari. Niðanfyri eru nøkur snapshots frá móttøkuni, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins hevði í Steinprenti, tá Bókadagarnir 2013 byrjaðu fyri stuttum. Saman við einum væluppløgdum Jógvani Isaksen, ið er hin natúrligi bókmentunarligi miðdepulin, síggjast Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen.