Skip to main content

Føroyskur filmur møtir Woodstock


- The energy in this room is very good, segði Meira Blaustein, tá hon í dag endaði væleydnaðan kjakfund um film í Norðurlandahúsinum, har seytjan fólk vórðu møtt at tosa um egnar filmstankar og -ætlanir. - Now go out and change the world from where you stand, vóru ráðini til fundarfólkini, sum klappaðu og takkaðu fyri kveikjandi orð úr Woodstock, NY, har 6000 fólk búgva.


Síðani ár 2000 hevur Meira Blaustein skipað fyri The Woodstock Filmfestival í heimbýnum, sum er kendur fyri konsertina í 1969. Í morgin er Meira við í dómsnevndini, ið skal gera av, hvør skal fáa Geytan, sum fyrstu ferð varð handaður í fjør, tá Sakaris Stórá fekk hann fyri stuttfilmin Summarnátt. Niðanfyri sæst hann millum Dáva Djurhuus, til vinstru, og Siggu Vang, til høgru. Longst til høgru er Meira Blaustein.


Dávur, sum býr í London, var akkurát komin við Norrønu. Eftir siglingartúrin var hann bæði álvarsligur og skemtiligur, og Terminal er heitið á filminum, sum Dávur hevur við í Geytakappingini.



Í ár eru átta nýggir føroyskir stuttfilmar við í kappingini. Fleiri av filmslistarligu upphavsfólkunum vóru við á óformella filmsfundinum, har nógv áhugaverd sjónarmið komu fram. - You need a film entity, perhaps a filmmakers collective, segði Meira, tá hon svaraði eini røð av spurningum, um hvussu hon helt, at føroyingar eiga at skipa seg, tá umræður filmsgerð. - Perhaps a one-man film commission, tied to Klippfisk and the tourist authorities, skeyt hon upp og greiddi frá, hvussu hugtikin hon var av landslagnum, Norðurlandahúsinum og ógvusliga veðrinum. - Men tit eiga at byrja í tí smáa, til dømis við scouting, at vegleiða og vísa á teir serligu møguleikar, sum bara tit vita um, tá onnur koma her at gera film. Annars koma tey bara við egnum fólki og tit fáa einki burturúr. Og so er at vaksa um stuðulsmøguleikarar við einum filmsgrunni, sum ikki verður slúktur upp av øðrum stuðulsendamálum enn filmi. Tað er tykkara uppgáva at tala fyri hesi søk, so politikarar verðuliga síggja markleysa virðið í at gera film úr Føroyum. Og tá tit gera egnar stuttfilmar, skulu tit senda teir út í heim til fremstu festivalarnar, vóru greiðu ráðini, sum eisini fóru til Kringvarpið. - Tað er spell, at so góðir filmar, sum eg skilji at tit gera her, ikki fáa eitt longri lív og verða sæddir av fleiri fólkum, segði Meira, sum gleddi seg til avgerandi sýningarnar í morgin.


- I can't wait to see their works and more over, to see what else they will be doing in the future. I have the feeling its going to be pretty darn good, skrivar hon á Facebook í kvøld. Tey, ið tóku lut á kjakfundinum í Norðurlandahúsinum í dag, gjørdu av at møtast í Klippfisk 30. desember at tosa nærri um samstarv á føroyska filmsøkinum. Og hvør veit, kanska verður onkur nýggjur føroyskur stuttfilmur á síggja á fimtandu filmstevnuni í Woodstock næsta ár.