5.12.13

Geytin í Norðurlandahúsinum


Mikukvøldið 11. desember 2013 kl 19:00 verða átta føroyskir stuttfilmar, sum kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina, sýndir í Norðurlandahúsinum, har Finnur Koba verður vertur. Eisini verður ein heimildarfilmur, sum ikki er í kapping, sýndur. Eftir sýningarnar verður avdúkað, hvør vinnur Geytan, sum er 25.000 krónur og ein prýðilig standmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur. Sama kvøld fáa áskoðararnir høvi at velja sín yndisfilm við beinleiðis atkvøðu á staðnum. Vinnarin fær Áskoðaravirðislønin Tórshavnar Býráðs, sum er 15.000 krónur.

Fjúrtan filmar komu inn til kappingina. Ein samd dómsnevnd hevur valt at vísa níggju av innkomnu filmunum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 11. desember kl 19:00 í hesi røð:

TÚ, sjónbandalag eftir Jóannesi Lamhauge
TERMINAL, stuttfilmur eftir Dáva Djurhuus
EINA, stuttfilmur eftir Andriasi Høgenni
TRUE LOVE, stuttfilmur eftir Heiðrik á Heygum
VETRARMORGUN, stuttfilmur eftir Sakarisi Stórá
MUNSCH, stuttfilmur eftir Jónfinni Stenberg og øðrum
BYRTA, tónleikavangamynd eftir Una Leitistein Hansen og Jónfríð Eliasen
LÍTLA LJÓSIÐ, animatiónsfilmur eftir Hans Kristian E. Hansen
BIG PLACE, heimildarfilmur, sum tó ikki er við í kappingini um virðislønirnar, eftir Thomas Koba.

Krøvini til stuttfilmarnar eru, at teir ikki eru longri enn 30 minuttir. Stuttfilmarnir kunnu vera spælifilmur, listarfilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Longsti filmur, sum kom inn, var akkurát 30 minuttir og teir báðir stytstu filmarnir vóru fýra minuttir. Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum, men kann tó hava verið sýndur alment, men ikki longri síðani enn 11. desember 2012.

Filmsnevndin sigur, at dømingin byggir á søgu, filmisk frásøgusnildi og handverk. Í filmsnevndini, sum velur Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Meira Blaustein, sum er listarligur leiðari á Woodstock Film Festival í USA. Meira, sum sæst niðanfyri, hevur alment og ókeypis seminar um film mánadagin 9. desember 2013 kl 13-17.


Mikukvøldið 11. desember handar formaðurin í Geytadómsnevndini virðislønina og standmyndina, og forkvinnan í Mentamálanevndini Tórshavnar Kommunu, Helena Dam á Neystabø, handar Áskoðaravirðislønina saman við borgarstjóranum, Heðini Mortensen.

Atgongumerki á 125 kr kunnu keypast á www.nlh.fo, og við í prísinum er Geytadrykkur og brellbitar. Myndirnar niðanfyri tók Høgni Heinesen, fotografur, tá Geytin á fyrsta sinni varð settur framman fyri einum fulsettum sali í Norðurlandahúsinum og niðast, tá fyrsti Geytavinnari, Sakaris Stórá, varð kosin.


Geytadómsnevndin grundgevur fyri øllum vali, bæði tá filmar verða avvístir og ikki koma á skrá, og tá filmar endaliga vinna. Fyrsti Geytin fór í fjør til Sakaris Stóra fyri filmin Summarnátt við hesi grundgeving:
Á klassiskum altjóða filmsmáli, sigur Sakaris Stóra heimligu og tó alheimsligu søguna um tvær ungar vinkonur, sum eru komnar á eitt avgerandi vegamót í lívinum. Søgan verður søgd á einum løttum filmsmáli, sum verður borðið fram við tryggari og skynsamari hond, ið er so ferm, at tað tykist, sum um søgan flýtur til tín í allar teir minuttir, hon varir. Ungu og óroyndu kvinnuligu leikararnir skara framúr, og hetta ber boð um hegniga leikstjórn og eina góða søgu. Undir leiðslu leikstjórans bera tær báðar søguna og geva henni sannførandi dýpd, eins og latið verður upp fyri margtýddum løgum og tulkingarmøguleikum. Tónleikurin, sum er gjørdur til filmin, fylgir visuellu gongdini og tey bæði, tónleikurin og filmurin, raka eina sannførandi og djúpa norðurlendska lind eina summarnátt. Hóast filmaða søgan er væl skipað, er hon aldri læst føst. Søgan er opin og nemur við fleiri temu, fremstu teirra eru vinalag og kærleiki, svik og trúfesti. Dómsnevndin metir at Summarnátt hevur góðar møguleikar á altjóða filmsfestivalum.