Skip to main content

12 Years A Slave er bestur



Ein 'Onkel Tom filmur', 12 Years A Slave, er besti biograffilmur í undanfarna ári. Hóast ein filmur um trælahald kann tykjast føroyska biografgangaranum nakað tíðarvilstur at koma úr dagsins blinkstrandi Hollywood, samdust 93 journalistar um júst henda filmin í Beverly Hills í nátt. Leikstjóri er hin bretski Steve McQueen (f.1969), sum í 2011 gjørdi filmin Shame. Kann vera, at nógva umrøðan kring jarðaferðina hjá Mandela fyri jól, og serliga orð hansara um reconciliation millum svørt og hvít, hava elvt til eitt serligt umhugsni hjá fremmandu Hollywoodjournalistunum at geva umheiminum eina fatan av amerikansku søguni og nútíðar stættarsamfelagnum. Av øllum listagreinum er eingin sum filmur at skapa fólksliga fatan av samansettum evnum og truplum fyribrigdum.


Havnar Bio sýnir 12 Years A Slave frá 20. februar. Filmurin byggir á amerikanska hemildarsøgu, ið varð skrivað í 1853, árið eftir at Harriet Beecher Stowe skrivaði Uncel Tom’s Cabin, sum fleiri ferðir er gjørd til film.


Tað var í 1943, at ein journalistur, sum úr Hollywood skrivaði fyri bretsku avísina, Daily Mail, stovnaði felagsskapin Hollywood Foreign Press Association. Endamálið var at siga útheiminum frá um filmsídnaðin á hesum stað og á hvørjum ári at lata viðislønina The Golden Globe Award í fleiri bólkum. Besti mannligi filmsleikari í einum sangleiki ella skemtifilmi í ár er Leonardo DiCaprio, sum eisini sæst í Havnar Bio í hesum døgum. Tað er í drúgva filminum The Wolf of Wall Street, sum Martin Scorsese gjørdi yvir endurminningar hjá pengamanninum Jordan Belfort (f.1962).


Eins og galdandi er við Oscarvirðislønunum, er kappingin Besti filmur úr einum fremmandum landi hin mest áhugaverdi bólkur á okkara leiðum. Hóast flestu útlendsku journalistar spáddu at franski filmurin La vie d'Adèle (Abdellatif Kechiche) fór at vinna, varð tað italski La grande belezza (Paolo Sorrentino), sum gongur í donskum biografum undir heitinum Den store skønhed, ið vann Golden Globe virðislønina.


Golden Globe, sum savnar stóru filmstjørnurnar fyri sjónvarpslinsunum, er bara ein forsmakkur av Oscarvirðislønunum, ið enn fleiri vilja síggja í sjónvarpi og lesa um í bløðunum. Oscarvirðislønirnar verða handaðar 2. mars í Hollywood.