Skip to main content

Fakfólk eru nú einaferð fakfólk


Kringvarpið hjá okkum øllum í øllum landinum veit at siga, at átakslýsingarnar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd virka ikki og skuldu verið steðgaðar og tiknar burtur, ongantíð ov skjótt. Tað vóru boðini til okkum øll í Almannaføroyum í Degi og Viku í gjár og aftur á heimasíðuni hjá sama varpi í dag. Sama dag kann fakligi felagsskapurin hjá teimum, sum gera føroyskar lýsingar staðfesta, at opin atkvøðugreiðsla hevur givið vrakaðu lýsingini besta karakter. Hvørjari verð liva Kringvarpsfólkini í? Fakfólk eru nú einaferð fakfólk.


Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum tosaði Bergljót við eina unga framfýsna kvinnu, sum skrivaði Phd ritgerð um Parkinsonsjúkuna í Føroyum. Meðan tú soleiðis stendur og rakar tær í speglinum og lurtar eftir fakfólki, kann henda at tú fært ein farra av einum hugskoti. Here goes. Hugsa tær, at bara ein av teimum ovurhonds mongu, sum í øðrum londum lesa samskifti, miðlar ella journalistikk, fer at granska í programmvirksemi í Útvarpinum síðani 1957 og fer at fokusera á, hvussu vit í dag kunnu hugsast at fáa best hugsandi skrá, sæð í mun til fólkatal og tøkniligar umstøður at gera útvarp og sjónvarp í Føroyum? Hvat kann avmarkaði marknaðurin ikki bara bera, men eisini bjóða? Hugsa tær, at Mentamálaráðið fann fígging til bara eina sovorðna granskingarætlan og bjóðaði hana út? Tí Eirikur Lindenskov hevur so inniliga rætt, tá hann í dagsins Sosiali vil hava ítøkiligar broytingar í hesum tíðarvilsta miðli, sum fór inn í nýggja árið, staðfestandi, at hann hvørki brýggjar seg um gransking ella góðsku í egnum viðurskiftum. Fakfólk eru nú einaferð fakfólk.