26.1.14

FirstClass í 15 ár


Á middegi fríggjadagin var samkoma í Námi, tí fimtan ár eru liðin síðani FirstClass skipanin, sum KT-depilin fekk at umsita, byrjaði at tæna skúlaverkinum. Á myndini omanfyri síggjast tríggir undangongumenn á námsfrøðiliga telduøkinum, sum eg avmyndaði við hetta høvið. Frá høgru eru teir Regin Ellinsgaard, sum var leiðari á KT-depilinum, til depilin gekk inn í nýggja navnið Nám, Hendrik Jacobsen, KT-ráðgevi í Námi og Petur Zachariassen, lektari á Fróðskparseturi Føroya. Teir tríggir komu í ein arbeiðsbólk, sum Eilif Samuelsen, landstýrismaður í undirvísingarmálum, setti 30. apríl í 1998 við støði í einum áliti, Kunningartøkni í fólkaskúlanum, sum KT-nevnd fólkaskúlans eina mánað undan, í mars 1998, hevði lagt fyri landstýrismannin og Undirvísingar- og Mentamálaráðið. Í hesi fyrstu KT-nevnd vóru Petur Zachariassen formaður, Olaus Jespersen, undirvísingarleiðari á Landsskúlafyrisitingini, skrivari og hinir nevndarlimirnir vóru Regin Ellingsgaard, lærugreinaráðgevi í teld, Kurt Madsen, Føroya læraraskúli, Birgir Kruse, Føroya lærarafelag og Esmar Berg, Føroya kommunufelag. Í álitinum frá hesi fyrstu KT-nevnd eru tilmæli um ein KT-depil, eitt skúlanet og teldpstadressur til hvønn føroyskan nýføðing, sum var rættuliga vágið tá. Politiski retorikkurin var tá av tí slagnum, at borgarin mátti ikki skrásetast sum eitt tal, tí so var hin óndi í hølunum. Eftir einum mánað, í mai í 1998, var trímannabólkurin liðugur við arbeiðssetningin og nýggi KT-depilin kundi byrjað. Tá arbeiddu nevndir skjótt.



Í januar 2007 fekk eg høvið at avmynda Regin Ellingsgaard á básinum hjá FirstClass á taldgildu undirvísingarstevnuni BETT Show í London. Sama ár savnaði eg fyri Skúlabókagrunnin tilfar um ein talgildan undirvísingarportal. Í august 2007 spurdi eg í hesum sambandi Regin um undirvísingarligu støðuna í teld á føroysku skúlunum.


Í fjørð vórðu FirstClass og aðrar tænastur hjá Námi lagdar á Landsnet og hýstar í Elektron. - Tað er ymiskt, hvussu skúlar og lærarar hava tikið FirstClass við inni í undirvísingina, men á flestu skúlum er FirstClass samstarvsamboð hjá lærarum. Summir skúlar, av hesum kanska serliga miðnámsskúlar, hava tikið amboðið við í samskifti við næmingar eisini, sigur Hendrik Jacobsen, KT-ráðgevi, um 15 ára gomlu skipanina, sum seinast varð uppstigað 7. desember í 2013. - Stóran part av arbeiðsdegnum eru millum 200 og 250 logga á samstundis og aðrar tíðir eru um 80 - 100 brúkarar samstundis í skipanini. Hægsta talið er 357, ið eru samstundis á. Í dag eru tilsamans 20.000 brúkarar úr øllum skúlum í landinum í skipanini.


Umframt Regin Ellingsgaard og Hendrik Jacobsen, hildu Bjørn Kalsø, landstýrismaður við undirvísingarmálum og Magnus Tausen, stjóri í Námi, røðu, har allir gjørdu vart við tær stóru broytingar, sum eru farnar fram á teldu- og undirvísingarøkinum hesi fimtan árini. Semja mundi vera um, at eitt hitt størsta framstig ta stuttu tíð, síðani Nam bleiv til, er smidliga atgongdin, sum næmingar og lærarar hava fingið til allar tær samskipaðu orðabøkurnar, móðurmálsorðabókina og allar hinar, sum eru til og úr føroyskum máli. - Kanska skuldi henda skipan verður víðkað til at fevna allar borgarar í landinum, helt onkur. Og tað haldi eg við. Her hava vit eitt sjáldsama gott høvi at lata amerikanska hippie orðafellið Information wants to be free ganga út. Orðabøkur til øll!