29.1.14

Fjallasjónir - Bárður sjúti!


Fríggjadagin tann 31. januar kl 16:00 letur Listasavn Føroya dyrnar upp fyri nýggju framsýningini Fjallasjónir, har Bárður Jákupsson sýnir fram.

Í tíðindaskrivi frá Listasavni Føroya verður sagt, at til hetta stórbæra heitið, Fjallasjónir, svarar ein fanfara av málningum við teirra litum og ljósi, teirra kraft og poesi, abstraktión og náttúruíblástri. Flestøll verk á framsýningini eru nýggj, tó eru eisini eldri verk við.

Bárður Jákupsson fylti 70 ár í desember, og framsýningin er sostatt ein heilsan ikki bara til listamannin, men eisini til tann køna og ótroyttiliga listamiðlaran og ikki minst, til leiðaran av listasavninum í mong ár: Mr. Faroese Art. Tá framsýningin letur upp spæla Kristian og Mikael Blak eitt verk, sum er skrivað til eina av myndunum hjá Bárði Jákupssyni.


- Uttan mun til runda dagin, er kortini góð orsøk til at hava framsýning við Bárði Jákupssyni, sigur Listasavnið. - Hann hevur longu í mong ár arbeitt við lodrætta landslagnum í berginum sum støði fyri abstraktum sjónum við dámi av lodrøttum rútmum, ógvisligum penslastrokum, rennandi máling við lýriskum ella dramatiskum litklangum. Málaður tónleikur.

- Tey seinastu árini hevur hevur Bárður Jákupsson ment sítt musikalska málarí til tað virtuosa, samstundis sum hann hevur gingið nýggjar leiðir við nýggjum litsterkum og prýðiligum myndum við dámi av emaljuarbeiði. Samstundis koma listaligi lættleikin, kunnleikin og poesiin at nýggjum hæddum í vatnlitamyndunum hjá Bárði Jákupssyni. Sæð úr hesum ljósi eru 70 ár eingin aldur, sigur Listasavnið í tíðindaskrivi í dag.

Saman við framsýningini leggur danska forlagið Atlantia eina bók fram, har Anne Lie Stokbro og Nils Ohrt skriva um listina hjá Bárði. Bókin kostar 250 kr., men á upplatingardegnum fæst hon fyri 200 kr. Mikudagin 26. februar og mikudagin 26. mars hevur Nils Orth samrøðu við Bárð Jákupsson um hansara list. Framsýningin Fjallasjónir er opin til sunnudagin 30. mars.