28.1.14

Gjøgnumskygda Havnin


Í 1980'unum kom frálíka mentanartíðarritið Brá til allar haldarar í landinum. Eitt tíðarrit, sum eisini tók upp aktuell viðurskifti, til dømis á hesi frálíku permu frá 1985, sum Philippe Carré (f.1953) gjørdi av Tinganesi og inn móti Kongabrúnni, sum er heitið á gjøgnumskygdu klippmyndini, sum í vavi er 150x100 cm. Philippe, sum er fotografur úr Fraklandi, hevur skrivað nøkur fronsk orð innan í permuni á tíðarritinum, sum á føroyskum ljóða soleiðis:

Hundrað ár frá viði til betong
Glas til at síggja ígjøgnum og spegil til at senda ljósið aftur.
Rúmd og dýpd aftan fyri framsíðuna í tveimum dimensiónum
kemur liturin fram

Eftir at hava leitað soleiðis hissini, er hetta einasta listaliga avrik eg finni úr nýggjari tíð, sum á hugfarsligan og sigandi hátt púra greitt lýsir ein úrvaldan part av býarmyndini. Um eina leið letur listaliga avrikið upp fyri søgu, nútíð og framtíð. Og her skulu vit búgva. Eg sakni at listafólk gera gjøgnumskygdar, ella í minsta lagi sigandi myndir, ið vísa okkum býin, sum fór, sum er og sum kemur. Orsøkin er at eg seti ikki mítt framtíðarálit á komandi og farandi býarpolitikarar einans. Innan givnar karmar eiga djúptøkin listafólk at sleppa uppí part og geva greið boð uppá býarrúmið hjá okkum øllum av bygd, sum hava valt at búgva í Havn.