Skip to main content

Life is a dying business


Millum innpakkaðu lýsingabløðini í dag frá landsins stóru matvøruhandlum, var sum vant eisini aktuella Vikublaðið. Og eg má sanna, at tey i Miðlahúsinum duga at selja lýsingar, sum so aftur eru støðið undir einasta landsdekkandi tíðindablaðnum í landinum, Sosialinum, og hesum ókeypis lýsingablaðnum, sum Vikublaðið er. Men dagsins lýsingafongur er serliga áhugaverdur, tí eg havi ikki sæð hann fyrr í einum og sama skipaða blaði her á landi. Seks hálvsíðulýsingar við kistum, kransum og gravsteinum, og tíggju greinar um somu evni. Ikki eitt øvugt orð um business, men deyða og jarðarferð havi eg ikki sæð í handilsliga tíðindarenslinum áður, hóast Dimma, sála, royndi seg við minningarorðum í bókaformi herfyri. Aftast í spillivandi Vikublaðnum er ein opna um aldrandi Cliff Richard, sum hevur konsert í Forum í Keypmannahavn 28. mai 2014, har til ber at vinna atgongumerki. Um Guð vil. Tí life is a dying business.