Skip to main content

Retorikkur á tingi og Facebook


Besta politiska amboð, fyri ikki at siga einasta, er retorikkur. Røðulist og tungusnild, ella orðaleikur, sum orðabókin sigur um røðu- og tungusnillingar, ið duga so væl at halda røðu, tí tey eru væl skorin fyri tungubandið. Meðan orðabókaorðini eru rík, kann tað øvugta koma fyri hjá monnum og kvinnum á tingi, eins og á nýggja almenninginum Facebook. Gamaní. Í forvitnisligum greinum í Sosialinum varð júst hetta viðgjørt á eini heilari opnu við fimm greinum mikudagin. Ein av sigandi yvirskriftunum er Vandamikil retorikkur. Greinarnar byggja á tað sannkenning, at fyri jól segði skrivarin í ungdómsfelagnum hjá Fólkaflokkinum nøkur óbúgvin orð um eitt land í Afrika á Facebook. Tað kunnu vit saktans liva við. Ungdómurin er av natúrligum ávum óbúgvin og Facebook er ikki eitt fólksins parlament. Har kann ein og hvør skrivað, sum honum ella henni lystir. Tí Facebook er einki annað enn ein opin heilabløðing. Løgtingsins skipaða tign og veljarans afturvendandi dómur hevur onga ávirkan á hin unga, sum í sinnismuni skrivar ókvæmisorð á Facebook, kanska við kenning. Í næstu løtu kann hann sjálvur strika orðini. Og kenni eg meg illa viðfarnan av sama skrivara, kann eg klaga beint til Facebook og fáa hann settan á dyr, so hann ikki larmar meir á hesum stað. Verri er, tá elsti Javnaðarmaður á tingi mælir til bókabrenning í november. Av tingsins røðarapalli. Hvørki tingformaður ella aðrir formenn, tíansheldur journalistar, hava tikið sær tykni av hesi lítið bókligu vegleiðing av landsins mætasta palli, haðan alt er til skjals, beinleiðis og á goymslu. Harvið tó ikki sagt, at hin skilagóði Rólant á Sosialinum ikki skuldi havt skrivað hesa opnuna um umgdóm við politiskum ambisjónum á Facebook. Als ikki. Men í heildini kann tað geva eina afturhorvandi hugmynd av Nelson á redini, tá hann setti kikaran fyri blinda eygað. Ikki blinda eygað hjá Rólanti, men blinda eygað hjá tingskipanini og serliga Javnaðarflokkinum. Tí hvør skal læra politiskan umgdóm retorikk, tá tey, sum ganga undan og hava sitið longst í tingsins valdandi hita, hvørki brýggja seg um at halda seg til veruleikan ella at orða seg siðiliga, og eingin reyð lampa fer at lýsa? Tá kann retorikkur verða líkamikið. Gev mær tá heldur ein rossahandil í durinum!