Skip to main content

Sakaris til Berlin


Her er ein fegin Sakaris Stóra framman fyri skúlatalvuni á Oyrarbakka, har hann hevur undirvísng í filmi. Í hondini hevur hann nýprentaða innbjóðingakortið til filmsýning á Berlinaluni, har Vetrarmorgun verður sýndur undir yvirskriftini Generation. Kortið hevur Niels Arge Galán á Sendistovuni sniðgivið. Aftanfyri á kortinum stendur: "Vetrarmorgun, directed by Sakaris Stórá, is a story about two girls in their early teens, whose friendship has led them to a turning point in their lives. Dealing with love, friendship and identity, the film brings up a universal subject about teenagers struggling with stigmas, told through the unique atmosphere of a small town community of the Faroe Islands, an isolated archipelago in the middle of the North Atlantic." Vetrarmorgun verður sýndur í biografsali nummar eitt í CinemaxX, sum er á Potsdamer Straße, mitt í Berlin. Filmurin verður sýndur fýra ferðir: mánadag 10. februar kl 15:00, mikudag 12. februar kl 17:30, hósdag 13. februar kl 10:30 og fríggjadag 14. februar kl 14:30. Meðan vit ynskja Sakarisi góða filmseydnu í Berlin, lata vit tvær undirvísingarmyndir av Oyrarbakka standa á talvuni!