16.1.14

The Hunt for Oscar


Í dag varð kunngjørt úr Los Angeles, hvørjir filmar eru í uppskoti at vinna eina Oscarvirðisløn, tá 86. handanin verður fyriskipað og send til allan heimin 2. mars í ár. Sum vant eru útlendsku filmarnir og filmisku avrikini, Foreign Language Film, tey mest áhugaverdu á okkara leiðum. Eftir tógvið stríð eydnaðist danska Thomas Vinterberg (f.1969) at verða millum tey fimm, sum eru úrvald at kappast um einu Oscarvirðislønina, ið verður latin besta útlendska filmi. Filmurin er Jagten (The Hunt, 2012), sum eg sá í Havnar Bio og ummældi undir heitinum Tá menn eru í skotmála í Havnar Bio 10. januar í 2013. Tá hevði eg undan jólum møtt leikstjóranum, Thomas Vinterberg, í Lübeck, har hann var við allari familjuni og vísti filmin, sum vann fyrstu virðisløn. Sunnumorgunin, tá henda filmstevnan var av og øll fóru heim, møttust vit á jarnbreytarstøðini, sum sæst omanfyri og niðanfyri. Hinir fýra filmarnir, sum kappast um útlendsku Oscarvirðislønina, eru belgiski bluegrassfilmurin The Broken Circle Breakdown (Felix van Groeningen), italski La grande belezza (Paolo Sorrentino), kambodiski L'image manquante (Rithy Panh) og palestinski Omar (Hany Abu-Assad). Kanska er seinasta landaumboðið mest spennandi, tí landið er ikki til á øllum kortum, hóast nógvir filmar haðani eru kendir úti í heimi. Danskt-norski heimildarfilmurin, The Act of Killing, sum amerikanski leikstjórin Joshua Oppenheimer gjørdi, og sum Havnar Bio eisini vísti í fjør, kappast við fýra filmar av sama slag, at vinna Oscarvirðisløn sum besti Documentary Feature. Danski stuttfilmurin Helium og finski stuttfilmurin Pitääkö Mun Kaikki Hoitaa? eru við í kappingini um Oscarvirðislønina fyri Best Short live action. Teir filmar, sum í flestu førum eru skotnir upp at vinna ein Oscar í ár, eru Gravity og American hustle, sum í tíggju førum eru skotnir upp. Trælafilmurin 12 Years a Slave, sum vann Golden Globe Award sum besti filmur, er í níggju førum skotin upp at vinna eina Oscarvirðisløn 2. mars, tá Ellen DeGeneres verður vertinna.