15.1.14

Til lukku, Tróndur!


Til lukku, Tróndur Patursson, við Mentanarvirðisløn landsins. Her eru nakar myndir, sum eg eri sloppin at taka av tær við ymisk høvi seinastu árini, ofta við fremmandum gestum, sum í hesum føri Bill Schwab og hansara fotografum, ið hava fingið eina ógloymandi uppliving av list og søgum - ja, av Føroyum, ikki bara mitt í havinum, men mitt í allari verðini. Takk fyri gestablídni!


Omanfyri gera teir, Tróndur og Brandur, Bládýpið í stand, so tað aftur kann lata upp fyri vitjandi í Listaskálanum í januar 2012. Niðanfyri er Tróndur avmyndaður á framsýningum hjá Hansinu Iversen og Zakariasi Heinesen, saman við Jan Andersson, í Stephansens húsi.



Her er Tróndur avmyndaður við kaffikrússi á skrivstovu mínari á Vaglinum í 2009, tá hugskotið um lutvíst retrospektivu og lutvíst nýggju framsýningina Lívsins landslag við hálvthundrað verkum kom upp.



Á niðaru myndini er Tróndur avmyndaður, tá framsýningin Lívsins landslag lat upp fyri ólavsøku hetta sama ár, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna og 117 tiltøk vórðu fyriskipað.

Eftir róður í 74 tímar í kajakk frá Stornoway tóku bretarnir, Patrick Winterton og Mick Berwick, land í Suðuroy í juli 2009. Serliga fegnir vóru rógvararnir at hitta Trónd, sum 30 ár frammanundan sigldi við Tim Severin í húðabátinum Sankta Brendan, higani og til Vínlands. Tórshavnar kommuna skipaði fyri móttøku umborð á Westward Ho. Eisini hinum báðum virðislønarmóttakarunum, Trygva Danielsen, sum er ársins unga listafólk, og Árna Dahl, ið fekk Heiðursgávu landsins, ynski eg til lukku.