14.2.14

Eitt lív fyri c og cíni


Er eitt lív uttan c og allar hinar stavir í lívsins politiska abc? Tað eru nógv, ið halda, at tað er alt um at gera at sleppa at skriva c. Serliga revolusjónsromantikarar, sum fyri se savnast undir frælsismerkinum C. Teir, haldi allir eru menn, kunnu ikki liva við at Cuba eisini kann stavast Kuba og siga tað sama. Teir, C-menninir, vilja eisini hava børnini at súkkla í skúla við klemmu í brókini á einum cykil. Ja, einum cykil. Tað søddu teir gomle, siga teir, C-menninir. Men í morgunsólini í heimsins besta landi rendi eg meg í eina bók hjá einum øðrum gomlum skilamanni, sum saktans kundi liva við C uttan at tað skar í eyguni og á nakran hátt forðaði fyri leiting í telefonbókini. Tað stóð ikki á at finna Zakarias Wang, Eiden Müller og Petur F. Christiansen. Bæði á gøtuni og í telefonini. Internetsvælsignilsið var enn ikki lýst yvir hesa samkomu í Havnarfyrndini. Og líta vit enn longur aftur í Havnardýrdina, so var kirkjutornið hatursobjektið og ítøkiligi cymbolikkurin uppá emancipasjónina hjá málsligum fríkirkjufólki. Nú er Málráðið blivið tornið, ið somu hata. Mefisto hevur nógvar speglingar í Havnargøtum.