Skip to main content

Finskar filmsperlur


Omanfyri sæst finski filmsleikstjórin Aki Kaurismaki (f.1957), sum saman við Lars von Trier (f.1956) man vera hin kendasti í Norðurlondum. Klokkan 17:00 í dag, mikudag 5. februar, sýnir Norðurlandahúsið ein film hjá Kaurismaki og ein annan spildurnýggjan í sambandi við finsku vikuna Land í eygsjón: Finnland!


Filmstiltakið í Norðurlandahúsinum byrjar við stuttum fyrilesturi um finskan film, sum Outi Heiskanen, omanfyri, heldur. Saman við Sif Gunnarsdóttir og trettan øðrum fakfólkum, er hon við í dómsnevndini, ið ger av, hvør fær stóru filmsvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Fyrilesturin hjá Outi er á enskum.


Eftir fyrilesturin verður ein hin kendasti finski filmur í nýggjari tíð, Gentan á svávulpinnafabrikkini (Tulitikkutehtaan tyttö, The Match Factory Girl 1990), hjá stórsta finska filmsleikstjóranum nakrantíð, Aki Kaurismaki vístur við enskum undirteksti. Hann er avmyndaður ovast.


Eftir Kaurismaki-klassikaran verður ein spildurnýggjur finskur filmur sýndur klokkan 19:00. Tað er filmurin Leijonasydän, sum við heitinum Heart of a Lion (2013) eftir Dome Karukoski, verður sýndur við enskum undirteksti.