25.2.14

Frøkun Julie í 125 ár!


Frøkun Julie er á løriftinum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið kl 19:30 og í Løkshøll fríggjakvøldið kl 19:30. Høvuðsleikarar í filminum eru Björn Bengtsson og Nadja Mirmiran, sum síggjast omanfyri. Triði persónur í leikinum, triðja hjól, er Sofi Ahlström Helleday, sum eisini sæst í KLIPP filminum Vi är bäst! í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 26. mars og í Løkshøll hóskvøldið eftir.


Helena Bergström, ið vit m.a. kenna sum Annika Bengtzon í filmaðu krimisøgunum hjá Lizu Marklund, er leikstjóri, nú KLIPP tendrar fyri kendasta klassikaranum hjá August Strindberg, Fröken Julie. Meistarliga tulkingin, sum við stutta heitinum Julie er spildurnýggj, er løgd til 1930'ini, men er annars beint eftir bókini, sum hóast 125 ár á baki, enn er aktuell og helst tíðarbær í ævigar tíðir! Niðafyri sæst Helena Bergström.


Svenska sjónvarpið gjørdi nógv burtur úr, tá hesin nýggi filmurin hjá Helenu Bergström varð frumsýndur í Svøríki. Alf Sjöberg (1903-1980) gjørdi film úr sama leiki í 1951, Fröken Julie, sum varð fyrsti svenski filmur at vinna gull í Cannes. 1969 gjørdi Keve Hjelm sjónvarpsfilm úr leikinum við Bibi Andersson og Thommy Berggren í høvuðsleiklutunum. Fraser Eysturoy hevur mitt í 60'unum umsett Frøkun Julie, sum tá varð settur á pall í Sjónleikarhúsinum. Í 1990 varð leikurin framførdur í Norðurlandahúsinum í týðing hjá Carl Johan Jensen, har leikarar vóru Marita Dalsgaard og Mikkjal Helmsdal. Nú er høvið at síggja nýfilmaða klassikaran í Føroya besta norðurlendska biografi í annaðkvøld - sjáumst!