Skip to main content

Hvør fær Gyltu bjørnina í Berlin?


Kanska er tað skilnaðurin millum eystur og vestur, ið hevur verið drívmegin, sum í 64 ár hevur borið árligu filmstevnuna í Berlin, Die Berlinale, fram um allar aðrar. Ikki tí at betri ella týdningarmeiri filmar verða vístir har, men tí at fólkaræði og margfeldni altíð sæst aftur í breiddini í skránni og í bíðrøðunum við hvønn biografin. Tí hetta er størsta almenna filmsstevna í heiminum. Og tað dregur bæði nýggj rák og ektaðu stjørnurnar til sín, ikki bara Sakaris úr Skopun, við stuttfilminum Vetrarmorgun, sum er í uppskoti at fáa Teddyvirðislønina, Krystallbjørnina og Special Prize fyri ungdómsstuttfilm, men eisini aktivistin George Clooney við spælifilminum The Monuments Men, sum er á høvuðsskránni, men ikki í kapping. Øll kunnu keypa atgongumerki og ikki færri enn tríhundraðtúsund plaga at gera tað, so tey sleppa at síggja nakrar av teim fýrahundrað filmunum, sum hvørt ár eru á skránni.

Virðislønirnar eru mangar í Berlin, men bara ein spælifilmur fær Gyltu Bjørnina, ið samstundis er ímyndin av sjálvum býnum. Úr allari skránni, ið er so drúgv, at ikki hugsingur er at síggja alla, eru bara tjúgu filmar, ið dystast um hesa virðislønina, sum verður handað leygardagin. Onkur einstakur filmur, so sum Boyhood, er longu sýndur á The Sundance Film festival, sum er ársins fyrsta altjóða filmsstevna. Tí verða flestu filmar frumsýndir í Berlin og ikki í Cannes og Hollywood. Tí er gott hjá filmshugaðum at búgva har í februar, ella í hvussu er í døgunum 6. til 16. februar 2014. Men um góðar tvær vikur kunnu vit fegnast um at Havnar Bio vísir The Monuments Men.

Gylta Bjørnin fer til ein spildurnýggjan film, kanska frá einum ókendum leikstjóra úr einum landi, sum enn er ein hvítur blettur á kortinum, ja kanska uttan limaskap í ST, og har dystandi filmurin ikki skal sendast til betrivitandi snobbnevndir og turt konstaterandi sølukassar. 

Ein dómsnevnd við kendum leikarum, leikstjórum og framleiðarum, tekur dagar ímillum teir filmar, sum endaliga koma í finaluna. Á dómsnevndarlistanum í ár eru nøvn sum Barbara Broccoli, dóttur Albert R. Broccoli, ið gjørdi James Bond-filmar, franski filmsleikstjórin Michel Gondry, danska Trine Dyrholm, sum er Gro í Arvingerne og eysturríkski Oscarvinnarin Christoph Waltz. Til samans eru tey átta fólk, sum skulu velja vinnaran úr fjøltáttaðu skránni, har bara ein filmur er norðurlendskur. Her er ein mynd úr hvørjum filmi:


'71 Bretland 2014, 100 Min., Leikstjórn: Yann Demange, Leikarar: Jack O'Connell, Sean Harris, Richard Dormer, Paul Anderson



Aimer, boire et chanter (Life of Riley) Frakland 2013, 108 Min., Leikstjórn: Alain Resnais, Leikarar: Sabine Azéma, Sandrine Kiberlain, Caroline Silhol, André Dussollier, Hippolyte Girardot, Michel Vuillermoz



Aloft  Spania, Kanada, Frakland 2013, 112 Min., Leikstjórn: Claudia Llosa, Leikarar: Jennifer Connelly, Cillian Murphy, Mélanie Laurent



Black Coal, Thin Ice (Bai Ri Yan Huo) Kina og Hongkong, 2014, 106 Min., Leikstjórn: Diao Yinan, Leikarar: Liao Fan, Gwei Lun Mei, Wang Xuebing



Boyhood USA 2013, 164 Min., Leikstjórn: Richard Linklater, Leikarar: Patricia Arquette, Ethan Hawke, Ellar Coltrane, Lorelei Linklater



The Little House (Chiisai Ouchi) Japan 2014, 136 Min., Leikstjórn: Yoji Yamada, Leikarar: Takako Matsu, Haru Kuroki, Hidetaka Yoshioka, Satoshi Tsumabuki, Chieko Baisho, Takataro Kataoka



Die geliebten Schwestern Týskland og Eysturríki 2014, 170 Min., Leikstjórn: Dominik Graf, Leikarar: Hannah Herzsprung, Florian Stetter, Henriette Confurius, Claudia Messner, Ronald Zehrfeld



Grand Budapest Hotel Bretland og Týskland 2014, 110 Min. Leikstjórn: Wes Anderson, Leikarar: Ralph Fiennes, Tony Revolori, Mathieu Amalric, Adrien Brody, Tilda Swinton



History of Fear (Historia del miedo) Argentina, Uruguei, Týskland og Frakland 2014, 79 Min., Leikstjórn: Benjamin Naishtat, Leikarar: Jonathan Da Rosa, César Bordón, Mara Bestelli, Claudia Cantero, Mirella Pascual, Francisco Lumerman, Tatiana Giménez



Jack Týskland 2014, 103 Min., Leikstjórn: Edward Berger, Leikarar: Ivo Pietzcker, Georg Arms, Luise Heyer, Vincent Redetzki, Jakob Matschenz, Nele Mueller-Stöfen



Kraftidioten Noreg, Svøríki og Danmark 2013, 115 Min., Leikstjórn: Hans Petter Moland, Leikarar: Stellan Skarsgård, Bruno Ganz, Birgitte Hjort Sørensen



Kreuzweg Týskland og Frakland, 107 Min., Leikstjórn: Dietrich Brüggemann, Leikarar: Lea van Acken, Franziska Weisz, Florian Stetter



Macondo Eysturríki 2013, 98 Min., Leikstjórn: Sudabeh Mortezai, Leikarar: Ramasan Minkailov, Aslan Elbiev, Kheda Gazieva


Praia do futuro (Strand der Zukunft) Brasilia og Týskland, 2013, 106 Min., Leikstjórn: Karim Aïnouz, Leikarar: Wagner Moura, Clemens Schick, Jesuita Barbosa



The Third Side of the River (La tercera orilla) Argentina, Týskland og Niðurlond 2014, 92 Min., Leikstjórn: Celina Murga, Leikarar: Alián Devetac, Daniel Veronese, Gaby Ferrero, Irina Wetzel



To mikro psari (Staros) Grikkaland, Týskland og Kýpros, 2014, 137 Min., Leikstjórn: Yannis Economidis, Leikarar: Vangelis Mourikis, Vicky Papadopoulou, Petros Zervos



Tui Na (Blind Massage) Kina og Frakland, 2014, Leikstjórn: Lou Ye, Leikarar: Guo Xiaodong, Qin Hao, Zhang Lei



La voie de l'ennemi (Two Men in Town) Frakland, Algeria, USA og Belgia 2013, 120 Min., Leikstjórn: Rachid Bouchareb, Leikarar: Forest Whitaker, Harvey Keitel, Brenda Blethyn, Luis Guzmán, Dolores Heredia



Wu Ren Qu (No Man's Land) Kina 2013, 117 Min., Leikstjórn: Ning Hao, Leikarar: Xu Zheng, Yu Nan, Huang Bo, Dou Bujie



Zwischen den Welten Týskland 2014, 103 Min, Leikstjórn: Feo Aladag, Leikarar: Ronald Zehrfeld, Mohsin Ahmady, Saida Barmaki, Burghart Klaußner


La belle et la bête (Die Schöne und das Biest) – ikki í kapping Frakland og Týskland 2014, 112 Min., Leikstjórn: Christophe Gans, Leikarar: Vincent Cassel, Léa Seydoux, André Dussollier



The Monuments Men - Außergewöhnliche Helden (ikki í kapping) USA, Bretland og Týskland 2013, 120 Min., Leikstjórn: George Clooney, Leikarar: George Clooney, Matt Damon, Bill Murray, John Goodman, Jean Dujardin



Nymphomaniac (ikki í kapping) Danmark, Týskland, Frakland, Belgia og Svøríki 2013, 145 Min. Leikstjórn: Lars von Trier, Leikarar: Charlotte Gainsbourg, Stellan Skarsgård, Stacy Martin, Shia LaBeouf, Uma Thurman

Umframt Gyltu Bjørnina, Goldener Bär, sum framleiðarin fær fyri besta spælifilmin, verða hesar týsku bjarnir handaðar frá kl 18:00 leygardagin 15. februar 2014:

Silberner Bär Großer Preis der Jury
Silberner Bär Alfred-Bauer-Preis für einen Spielfilm, der neue Perspektiven eröffnet
Silberner Bär für die Beste Regie
Silberner Bär für die Beste Darstellerin
Silberner Bär für den Besten Darsteller
Silberner Bär für das Beste Drehbuch
Silberner Bär für eine Herausragende Künstlerische Leistung aus den Kategorien Kamera, Schnitt, Musik, Kostüm oder Set-Design