Skip to main content

Ivaveður í litríkari Havn


Tað er leygardagur og ivaveður í Havn. Ein styrktur franskur seglbátur við spyrjandi heitinum Why liggur inn móti Sjarpholinum á Vestaru bryggju. Tveymastraði báturin er partur av ætlan, sum byrjaði í mars í 2010 undir heitinum Under the Pole. Manningin, ið telur tólv, skal kava og gera kanningar undir arktiska ísinum. Nú byrjar annar partur, sum varar í 22 mánaðir, har kanningar verða gjørdar fram við grønlendsku vestur- og norðurstrondini. Komandi vetur ætlar manningin at steðga á í Naresfjørði millum Grønland og kanadisku Ellesmere Island. Um grundsjónarmiðið við hesum ferðum, ið halda fram í Antarktis í 2016, siga fronsku fyriskipararnir at "l’Arctique est victime du réchauffement climatique, un monde fascinant est en train de disparaître, certaines espèces qui y vivent sont menacées d’extinction. Nombres d’entre elles n’ont même jamais été répertoriées."


Hesin krógvaði partur av Havnini hevur spakuliga ment seg til at blíva mest áhugaverda íkast, ein dynamo, nú talan so títt og ofta er um at endurnýggja deyða býin. Við Føroya elsta vinnubygningi, Öström, er uppstaðin ein 'depil fyri mentan, vinnulív og føroyskt listahandverk', sum Poul Clementsen í smápartafelagnum Festið sigur um fabrikkina. Í handilinum út ímóti Skálatrøð er skiftandi úrval av litríkum listahandaverki og ein spennandi kafé er nú innast í hølunum.


Fram við kross-stings-bordanum við endaleysum Millum-orðum, omanfyri, slepst upp gjøgnum trappurnar og beint inn í ovaru høllina í Öström, ið er ætlað til mentanarlig og vinnulig tiltøk. Merki og sniðgevar, ið verða umboðað í handlinum hjá Öström, eru: Brikolasj, Elin Lindenskov, Ella Sloan Muller, Fosaa, Heimkaer, Maria Smith, No10, Osmund Olsen, PerlaErla, RAF - Rebekka á Fjallinum, Shisa Brand, Sniálvsdóttir, Sóljan Glaslist, Steinum, Stóra Dímun og Vevstovan. Niðanfyri sæst eitt úrval í dag.


Í somu húsum, fabrikkini hjá Öström, er eisini Steinprent, sum Jan Andersson og Fríða Matras Brekku reka við verkstaði og framsýningarhøli. Eg fangaði Jan eina løtu framman fyri málingablikkunum.


Longur inni á Skálatrøð er Smiðan í Lítluvík, ella úti í Grind, sum eldri fólk siga. Har hevur Myndafelagið Fokus framsýning til og við týsdagin 11. februar. Tað er aðru ferð at limir í felagnum sýna fram avrik úr undanfarna ári. Í fjør vóru tey tólv, og í ár eru tey fimtan fólk úr felagnum, ið sýna fram 45 fotomyndir, ið eins og í fjør eru ógvuliga snøgt hongdar upp.


Í fjør ummælti eg framsýningina undir heitinum Fokus á foto. Í ár helt eg, at í so nógvar myndir eru í so penar og sjálvsagt vakrar, til dømis av lundum. Men tá eg kom upp á loftið og í tað aftasta rúmið, varð tað sum um myndirnar vildu leypa á meg. Tað vóru tær báðar drápsmyndirnar hjá Erlandi Sivertsen, serliga hin eina svart-hvita hjallsmyndin við sadomasokistiskum undirtóna.


Ein onnur portrettmynd, sum í sjarmu eisini skaraði framúr, var hon hjá Ole Kristian Valle av kvinnukvartettini í Frelsunarherinum mitt á Vaglinum, har tær jú hoyra heima. Praktfult - eisini við hvítu vegvísandi prædikupílunum á svarta alfaravegnum!



Ein onnur portrettmynd, sum skar seg framúr tí óneyðugt vakra, var djúpa myndin av einum studenti, sum Jenny Weihe Poulsen tók.


Avbjóðingin eigur í fyrsta lagi at vera at leypa upp um tað, sum er sætt fyrr, og í øðrum lagi at kløkka, kanska skaka, áskoðaran, ið at enda skal fáa eina óvæntaða innihaldsliga uppliving, sum ikki bara er foto- og prentteknisk spennandi, men eisini í innhaldi skal kennast sum at hava fingið ein stein í skógvin ein leygardag á Skálatrøð. Tá er best, haldi eg. Men nú brennir hann á við vátaslettingi og kotelettirnar í næsta grannahúsi, Irish Pub, ið sigast vera sum lógvar á útróðrarmonnum og eins stórar og í gomlu Perluni, fáast ikki fyrr enn um ein tíma, sigur Jastrid. So nú er tað heim.